5032 - Forritan til Android
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Forritan til Android
- Skeiðsnummar
- 5032.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í KT-verkfrøði
- Fortreytir
- KT-verkfrøði 30 ECTS-stig, harav 15 stig í forritanarskeiðum, harav 7,5 stig skulu vera í Java ella Kotlin.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á svenskum og á enskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á føroyskum og møguliga skandinaviskum og enskum. Próvtøkur kunnu vera á føroyskum, donskum ella enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í KT-verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- mánadagur, 4. november 2024
- Endadato
- fríggjadagur, 17. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Android er ein opin pallur til fartelefonir, sum er grundaður á Linux, har Google er ein av fremstu mennarunum. Skeiðið gevur tær teoretiska vitan um pallin og teir komponentar, sum mynda Android stýrisskipanina, umframt praktiskar førleikar at sniðgeva og verkseta forrit til Android.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skalt tú sum lesandi vera før/ur fyri at: - greiða frá virkseminum hjá teimum komponentum, sum mynda stýrisskipanina í Android og lýsa lívsringrásina hjá forritum í Android, umframt at brúka Android Studio til at menna forrit til Android, sum kunnu: - samskifta við brúkaran umvegis grafiskar brúkaraflatur, - goyma dátur lokalt á tólinum við at brúka stillingar, fílur ella dátugrunnar, - brúka eitt RESTful vev-API - vísa tólstaðseting á korti.
- Innihald
- - Arkitekturur á Android-pallinum (Linux-kjarni, Kotusøvn, Android koyritíð, Forritakarmar, Forrit) - Yvirlit yvir Android ritbúnaðarmenningarsettið - Forritamenning við Android Studio - Lívsringrásin hjá einum forriti í Android - Vanligir byggiteigar sum Virksemi, Brot, Sýningar, Ætlanir, Ætlanarmóttakarar, Tænastur, Innihaldsveitarar - Trygd og heimildir í Android - Sniðgeving og verkseting av grafiskum nýtslumótum sum eru definerað í XML - 2D grafikkur og sersniðgivnir GUI-lutir - Nýtsla av ljóði í forritum - Dátugoymsla (Innstillingar, Fílur, Dátugrunnar) - Netverkssamskifti til at brúka vevtænastur (REST API'ir) - Staðbundnar tænastur - Nýtsla av kortum í forritum
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið kann fara fram sum campusskeið ella sum online fjarskeið uttan fundir. Ymsar verksetingar seta ymisk krøv til lærarar og næmingar. Fyri hvørt skeiðstilboð er tilskilað, hvør undirvísingarháttur skal nýtast. Alt skeiðstilfarið er lagt fram umvegis ein vevbaseraðan undirvísingarpall. Vegleiðing er veitt umvegis verandi undirvísingarpall.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Góðkendar (stadnar/ikki stadnar) innlatingar og munnligar framløgur telja 4 ECTS (L113), og ein verkætlan og munnlig framløga telur 3,5 ECTS (P113), sum verður dømd eftir ECTS-stiganum til endaligt próvtal fyri skeiðið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er sett til viku 3
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 4. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hilmar Simonsen
- Undirvísarar