5033 - Lineer Algebra fyri KT-verkfrøðingar
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Lineer Algebra fyri KT-verkfrøðingar
- Skeiðsnummar
- 5033.25
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í KT-verkfrøði
- Fortreytir
- Miðnámsprógv við støddfrøði á B-stigi.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum, enskum og donskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu í B.Sc. í KT-verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
- Byrjanardato
- mánadagur, 13. januar 2025
- Endadato
- hósdagur, 6. mars 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at geva studentunum grundleggjandi førleikar í lineerum algebra til at brúka bæði í sambandi við kunningar- og samskiftistøkni eins og sum grundarlag undir víðari lestri.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er komið at enda, skal studenturin kunna: • Brúka matrixrokning og Gauss eliminatión í sambandi við loysn av lineerum líningaskipanum. • Analysera og greiða frá loysnarmongdum í vektorrúm út frá struktursetninginum. • Brúka vektorar og matricur til at lýsa 3D geometri – herímillum t.d. til teldugrafik. • Loysa 2D og 3D trupulleikar í euklidiskari geometri, so sum skurðmongd og frástøða millum støddfrøðiligar lutir sum t.d. planir og linjur. • Vera førur fyri at brúka støddfrøðiliga terminologi og grundgevingar í sambandi við skrivligt arbeiði. • Leggja til rættis samstarv í einum verkætlanarbólki um støddfrøðilig hugtøk og hættir í eini minni verkætlan. • Brúka symbolsk software-amboð, nú Maple, til loysn av og grafiska illustratión av støddfrøðiligum trupulleikum.
- Innihald
- Lineer líkningasystem og lineerar avmyndingar. Matrixalgebra. Vektorrúm. Eginvirðitrupulleikar. Symmetriskar og ortogonalar matricur. Geometri í tveimum og trimum dimensiónum. Verkætlanararbeiði. Brúk av Maple.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar og uppgávurokning (80 tímar). Sjálvstudium og skrivligar innlatingar (126 tímar). Undirvíst verður á føroyskum uttan so neyðugt er við enskum. Undirvísingartilfarið er í høvuðsheitum á enskum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- 3 tímar skrivlig próvtøka uttan elektronisk hjálparamboð. Próvtal verður latið fyri próvtøkuna og meting av innlatingum, sum eru vektaði ávikavist 75% og 25%. Endurpróvtøkan er 3 tímar skrivlig próvtøka uttan elektronisk hjálparamboð.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivlig próvtøka verður í viku 12, 2025. Endurpróvtøkan verður í viku 23, 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 13. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Shouryya Ray
- Undirvísarar
- Shouryya Ray, Mortan Janusarson Thomsen