5037 - Innleiðandi forritan við Python
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Innleiðandi forritan við Python
Skeiðsnummar
5037.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í KT-verkfrøði, Diplom í web-menning
Fortreytir
Skeiðið: Innleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS)
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, og møguliga føroyskum. Próvtøkur kunnu vera á føroyskum ella enskum.
Tilmelding
Lesandi á 1. lestrarhálvu á B.Sc. í KT-verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Lesandi á 1. lestrarhálvu á Diplom í web-menning eru eisini sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
28. oktober 2024
Endadato
19. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
At geva eina innleiðing í forritan og læra at gera einføld forrit við Python grundað á forskriftarforritan
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - skriva einføld Python-forrit grundaði á forskriftar-forritanar-háttin - menna einfaldar algoritmur - brúka innbygdar hentleikar í Python til iteratón og val - brúka innbygdar datatypur og økjandi tilluting (augmented assignment) í einføldum algoritmum - skilmarka funktionalitet í parti/pørtum av forriti og gera hetta um til funktiónir - brúka parametrar og returvirðir til at flyta data ímillum ymsar programlutir - skitsera og tulka pseudokodu og implementera samsvarandi forritanarkotu - lýsa og skriva einfaldar algoritmur til leitan og sortering, sum svara til metodir í Python’sa standard kotusavni - brúka ymiskar input/output-streams til inn- og útlesing av data - brúka útlutaða versiónsstýring og nøkur einføld git-stýriboð til goymslu, innlating og/ella dagføring av kotu og uppgávum.
Innihald
Grundleggjandi forritan. Sekvensir, iteratión og val sum grundarlag fyri forritan av algoritmum. Datatypur og operatorar. Tú fert at brúka deilforrit, funktiónir, og kotusøvn (libraries) í Python til skipan av forritum og til endurnýtslu av kotu: - syntaks og semantikkur - einfaldar datatypur og innbygdir operatorar í Python - variablar - sekvensir, val og iteratión - skipan av forritanarkotu, flowchart, og pseudokota - funktiónir - nýtsla av kotusavns-funktiónum (library functions) - klassar og objekt í standardkotusavni til inn- og útlesing av data - algoritmur til leitan og sortering - versiónshandfaring og nøkur einføld git-stýriboð
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, heimauppgávur, og bólkaarbeiði.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Fimm kravdar innlatingar í fyrra parti av skeiðnum (góðkent/ikki góðkent), og síðani ein størri (bólka)verkætlan. Allar innlatingar og verkætlan skulu latast inn til avtalaðar tíðir. Munnlig próvtøka sum tekur støði í verkætlanini, og hvørs próvtal verður tað endaliga fyri skeiðið. Gev gætur: tær fimm innlatingarnar skulu vera góðkendar fyri at kunna innskrivast til próvtøkuna.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Verkætlanin verður latin inn 20. desembur 2024. Munnliga próvtøkan er sett til 8. og 9. januar 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
28. oktober 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hilmar Simonsen
Undirvísarar
Aftur