5038 - Linux-skipanir
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Linux-skipanir
Skeiðsnummar
5038.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Bachelor
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Sc. í KT-verkfrøði, Diplom í web-menning
Fortreytir
Teldunetverk og data samskifti
Undirvísingarmál
Føroyskt og enskt
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.Sc. í KT-verkfrøði og Diplom í web-menning eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni á lss@setur.fo
Byrjanardato
23. august 2024
Endadato
11. oktober 2024
Fakligt innihald
Endamál
Linux og Linux-líknandi stýrisskipanir eru í roynd og veru vorðnar vanligastu stýrisskipaninar fyri tól á internetinum, t.d. í fartelefonum, IoT, teldupostambætarum, vevambætarum og íkervum. Førleikar at leggja inn, seta upp, umsita og forrita til Linux hava stóran týdning, tí ein fer at nerta við tað næstan allastaðnis í einum KT-arbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, eigur tann lesandi vera før/ur fyri at: • Leggja Linux inn á virtuellar og verðuligar teldur • Viðlíkahalda brúkarar, rættindi og trygd • Viðlíkahalda goymslu og fílukervi við sundurliman og forsniðan • Binda í teldunet, seta upp IP og beining • Binda í við SSH, gera IP-tunlar og flyta fílur við SCP • Skripting við skel-skriptum og løtt forritan við Python • Uppseta bingjur og virtuellar maskinur við tænastum • Nýta Ansible at automatisering av servara uppseting
Innihald
Skeiðið er ein inngangur til Linux har Linux verður lagt inn, brúkarar verða stovnaðir, tænastur settar upp, skripting og smærri forrit verða gjørd. Ein partur av skeiðnum verður smærri Linux forritan í bólkum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður grundað á verkligar venjingar, og har verða bert stuttir fyrilestrar. Læringin verður framd við ítøkiligum royndum, orðaskifti og teoretiskum og praktiskum uppgávum. Seinna helvt av skeiðnum verður ein verkætlan í bólkum, við einari skrivligari frásøgn og framløgu at enda.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
 Uppmøting verður kravd, við í mesta lagi 15% fráveru  Ein kravd bólkauppgáva verður í samband við skeiðið. Úrslitið skal vera ein koyrandi skipan og ein innlatin skrivlig frásøgn, sum lýsir uppgávuna  Har verður ein hálva leið meting av projektinum  Próvdømingin verður grundað á skrivligu frásøgnini og eina framløgu av skipanini. Bert lesandi, sum hava nøktandi uppmøting, kunnu standa skeiðið
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkuinnlatingin er sett til at vera tann 16. oktober, 2024. Próvtøkudagarnar eru settir tann 23. og 24. oktober, 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
23. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jóhannus Kristmundsson
Undirvísarar
Jóhannus Kristmundsson
Aftur