5042 - Tilgjørt Vit (AI)
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Tilgjørt Vit (AI)
- Skeiðsnummar
- 5042.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í KT-verkfrøði
- Fortreytir
- Diskret støddfrøði (7.5 ECTS), Algoritmur og datastrukturar (7.5 ECTS), Innleiðandi forritan við Python (7.5 ECTS)
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á svenskum og á enskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og møguliga skandinaviskum. Próvtøkur kunnu vera á føroyskum, donskum ella enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 5. lestrarhálvu í B.Sc. í KT-verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 4. november 2024
- Endadato
- 17. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at geva eina innleiðing í grundleggjandi hugtøk, hættir og bygnað av snildum telduskipanum. Serligur dentur verður lagdur á tað hagfrøðiliga og avgerðar-teoretiska myndlamynstrið.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá, nýta og forrita óupplýstar og upplýstar leitiháttar til at loysa uppgávur innan tilgjørt vit. - Greiða frá, nýta og forrita leitiháttar í spølum. - Sniðgeva, menna, samanbera og greina leiðbeinandi leiting og spæl avgerðatilgongdir. - Greiða frá, sniðgeva og menna agentar, ið klára at gera ein úrskurð í óvissum umstøðum og klára at fáa sum mest burtur úr handlingum í einum tilvildarligum samsýningstrukturi. - Sniðgeva og menna sjálvstýrandi agentar, ið eru førir fyri at taka avgerðir í umstøðum við fullkomnum upplýsingum, í lutvíst sjónligum upplýsingum og í støðum við agentum í spæla ímóti. - Greiða frá hvat fyri tilgjørt vit hættur er hóskandi til at loysa eina setta uppgávu. - Greiða frá hvat fyri styrkir og veikleikar teir ymisku hættirnir innanfyri leiting, planlegging, sýnistøkuteknikkum og maskinnlæring.
- Innihald
- Hvat er tilgjørt vit? Grundarlagið undir tilgjørdum viti. Ráðleggjandi agentar. Óupplýst leiting. Upplýstar/Leiðbeinandi leiting: A*, Grammleiting. Leiting undir óvissur ella lutvíst sjónligum upplýsingum. Leiting við agentum í spæla ímóti: Spælitrø, Minimax. Stubbingarteknikkir. Loysn av Markov avgerðartilgongdum. Bayesian netverksumboðan og hugsan. Útskurðar- og sýsnistøkuteknikkir. Lærning undir eftirliti. Nevral netverk. Vevjingar nevral netverk. Brúk av nevralum netverkum. Avmarkingar av nevralum netverkum. Styrkilæring. Model bundin læring. Modelfrí læring. Q-læring.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, venjingar, heimauppgávur, sjálvlestur og bólkaarbeiði.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Ein skrivlig próvtøka á 4 tímar. Gev gætur: Allar tríggjar innlatingarnar skulu vera mettar til “staðið” fyri at kunna innskrivast til próvtøku og endurpróvtøku.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til viku 3 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 4. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jákup Odssonur Svøðstein
- Undirvísarar