5070 - Bachelor verkætlan
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Bachelor verkætlan
- Skeiðsnummar
- 5070.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 22,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í KT-verkfrøði
- Fortreytir
- Byrjast kann uppá BSc- verkætlanina samstundis sum síðsta fakið verður lisið, um tann lesandi hevur lisið uppá normeraða tíð og hevur staðið øll skeið uttan tað síðsta skeiðið. Um tann lesandi ikki hevur lisið uppá normeraða tíð, skulu øll skeið vera staðin áðrenn farast kann undir BSc-verkætlanina
- Undirvísingarmál
- Ritgerðin verður skrivað á føroyskum/øðrum norðurlendskum máli ella enskum. Vegleiðingarmálið er treytað av vegleiðara og/ella studenti.
- Tilmelding
- Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.Sc. í KT-verkfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 25. mars 2024
- Endadato
- 11. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Bachelorlesturin verður lokin við at gera eina verkætlan um eitt valt evni í KT-verkfrøði og skriva eina samanhangandi og greiða frágreiðing um arbeiðið. Frágreiðingin skal verða skipað sambært vanligum reglum í vísindaligum frágreiðingum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna: - á vælskipaðan hátt eftir givnari vegleiðing um val av evni, deilmál og tíðarfreistir, sjálvstøðugt gjøgnumføra arbeiðið við BSc-verkætlanini. - kritiskt søkja, velja og nýta álítandi og nútíðarhóskandi vitan innan valda evnið úr lærubókum, frá internetinum ella frá øðrum keldum, og veita greiðar kelduávísingar til brúktar keldur. - sum einstaklingur, ella í bólki, skriva eina greiða, vælskipaða og væluppsetta (formliga stílsetta) ritgerð, sum í røttum fakligum máli gevur eina góða lýsing (skjalfesting) av gjørdu verkætlanini, umframt at seta (perspektivera) gjørda arbeiðið í ein størri samanhang innan t.d. nútíðar KT-menning, KT-íverkseting og/ella KT-gransking. Ritgerðin skal skjalfesta kunnleika til og fatan av nýttu tøknini, og tey nýttu hugtøkini innan eitt øki í KT-verkfrøði. - sum einstaklingur, leggja fram og munnliga verja skrivligu BSc-ritgerðina.
- Innihald
- Evni vera vald av teimum lesandi í samráði við fakligar vegleiðarar og ábyrgdarvegleiðara (fyri verkætlanina), og valda evnið verður lýst í eini av ábyrgdarlæraranum (fyri skeiðið) góðkendari verkætlanarlýsing á føroyskum ella enskum, sum vanliga er 1-3 A4 síður við keldulista. Verkætlanin umfatar eina gjølla lýsing og viðgerð av tillutaðu verkætlannaruppgávuni, mátingar við mátitólum, um tað er viðkomandi, savn av tilfari, greining av spurningum, og møguliga gerð ella kanning av skipan ella telduforriti. Ein BSc-ritgerð verður skrivað, sum vanliga minst inniheldur forsíðu og NVDRit skrásetingarsíðu, føroyskan og enskan ikki-serfrøðiligan samandrátt (hálv A4 síða hvør), innihaldsyvirlit, viðkomandi tekst, myndir, talvur, egin úrslit og niðurstøður, umframt keldulista. Ritgerðin eigur eisini at innihalda kjak av egnum niðurstøðum, umframt møguligar samanberingar við áður vunnin úrslit við tilvísingum til keldulistan. Ritgerðin verður skrivað á máli, ið semja verður gjørd um millum ábyrgdarlærara og student, vanliga á føroyskum, einum øðrum norðurlendskum máli ella enskum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Verkætlanar-arbeiði við sjálvlestri og bólkaarbeiði. Leiðbeining og kjak av verkætlanini. Alt arbeiðið skal verða avrikað innan fyri ein ásettan tíðarkarm, og ein evsta freist fyri innlating av ritgerðini skal verða sett í formligari avtalu um bacheloruppgávuna ímillum tann lesandi, fakliga vegleiðarar og ábyrgdarvegleiðara. Avtalan skal sendast ábyrgdarlæraranum til góðkenningar áðrenn verkætlanin byrjar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Meting av skrivligari ritgerð, umframt munnligari framløgu og persónligari verju av ritgerðini. Munnliga framløgan skal vara í umleið 20 min., og verjan (spurningar frá próvdómara/um) skal vara í 10-40 min. Samanlagt 30-60 min. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkuinnlatingin er sett til 11. oktober, 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 25. mars 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hilmar Simonsen
- Undirvísarar