5710 - Nettrygd
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Nettrygd
Skeiðsnummar
5710.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
M.Sc. í dátuvísindum
Fortreytir
Ongar kravdar fortreytir eru
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á enskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í M.Sc. í dátuvísindum tilmelda seg sambært vegleiðing á moodle.
Byrjanardato
17. september 2024
Endadato
23. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær djúptøknan kunnleika um trygd og talgilda kanning (forensics), sum fyrireika lesandi at sniðgeva, greina, greiða frá og seta í verk nettrygdarstrategiir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, hava lesandi ognað sær hesar læruúrtøkur: • Læruúrtøka 1: At ogna sær framkomna vitan um, og vera før/ur fyri at meta kritiskt um, høvuðsnettrygdarreglur og háttaløg. • Læruúrtøka 2: At menna neyðugar førleikar at greina sambært teimum akademisku meginreglunum og menna praktiskar førleikar, sum skulu til fyri at seta í verk og stuðla fløktum netverkskervi, við serligum atliti at trygd. • Læruúrtøka 3: Granska, sniðgeva, seta í verk, meta um og kritiskt greina eina skipan út frá ávísum nettrygdarkrøvum.
Innihald
• Innleiðsla: ◦ Nethugtøk ◦ Nettrygdarhugtøk ◦ Nethóttanir og álop ◦ Netverja • Verjugarðar (Firewalls): ◦ Sløg ◦ Tøkni: ▪ Statisk pakkafiltrering (Static packet filtering) ▪ Støðu pakkafiltrering (Stateful packet filtering) ▪ Fleirlags verjugarðar ◦ Byggiløg ◦ Politikkur (policies) ◦ Verkseting og uppseting • Skipanir til at varnast og fyribyrgja: ◦ Sløg ◦ Ávaringareftirlit og varnarastilling ◦ Atferðargreining, in-line/out-of-line • Atgongdarstýring og samgildi (authentication) ◦ Álit og samleiki ◦ Álop ◦ Myndlar til atgongdarstýring ◦ Atgongdarstýring til nettól ◦ AAA, Lag 2 ◦ Tólherðing • Fjaratgongd og VPN: ◦ Dulmálsvísindi ◦ Sløg: L2, L3 og L4/5 ◦ Tøkni ◦ IPSec og SSL • Tráðleys trygd: ◦ Yvirlit ◦ Álop ◦ Bronglan (encryption) ◦ Samgildi (authentication) • CCNA-váttan: ◦ CIA ◦ Álop á CIA ◦ Dátuflokkan ◦ Lóg og etikkur ◦ Netpolitikkur ◦ Váðaleiðsla og trygg netsniðgeving ◦ Trygd í SDLC ◦ Cisco sjálvverjandi net ◦ Trygg umsiting • CCNA-váttan - Trygt undirstøðukervi og víðkað trygd: ◦ Cisco lag 2 trygd ◦ Cisco IOS verjugarðar (firewalls), Cisco IOS IPS ◦ Cisco VPN og dulmálsloysnir ◦ Talgildar undirskriftir og PKI
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, praktisk undirvísing, námsskeið, sjálvlestur, og verkætlanararbeiði
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Metingin tekur støði í tveimum smærri próvtøkum og eini verkætlan. Tveir tímar eru settir av til hvørja próvtøku, og tær eru á skránni ávikavist í skeiðsviku 7 og 13. Endaliga verkætlanin er í skeiðsviku 15. Samlaða próvtalið verður mett soleiðis: • 25% fyri fyrstu próvtøkuna (mett úr læruúrtøkum 1 og 2) • 25% fyri seinnu próvtøkuna (mett úr læruúrtøkum 1 og 2) • 50% fyri verkætlanina (mett úr læruúrtøkum 2 og 3)
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan tekur støði í tveimum smærri próvtøkum (á skránni í skeiðsviku 7 og 13) og eini verkætlan (á skránni í skeiðsviku 15)
Freist fyri frámelding til próvtøku
17. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hannes Gislason
Undirvísarar
Hannes Gislason
Aftur