5715 - Dátugrunnatøkni til stórdátur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Dátugrunnatøkni til stórdátur
- Skeiðsnummar
- 5715.24
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Master
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- M.Sc. í dátuvísindum
- Fortreytir
- Skeið í dátubasum og ynskiligt minst eitt skeið í forritan frá BSc í KT-verkfrøði ella frá tilsvarandi útbúgving.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum og enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu í M.Sc. í KT-dátuvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Náttúruvísindadeildini við at senda ein teldupost til NVD@setur.fo.
- Byrjanardato
- 16. januar 2024
- Endadato
- 7. mars 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Gera tey lesandi før fyri at umsita og greina stórdátur við at geva teimum kunnleika um dátugrunnar- og dátugreiningartøkni til stórdátur umframt ymiskar nýtsluhættir innan hesa tøkni.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá og meta um grundleggjandi hugtøk innan stórdátur so sum eyðkennini við stórdátur, multidimensionellar dátur og OLAP mótvegis OLTP. • Greiða frá og meta um multidimensionellar dátugrunnar, umframt handfaring av multidimensionellum dátum. • Greiða frá, nýta og grundgeva fyri val av grundleggjandi multidimensionellari myndlan. • Greiða frá og við OLAP-tólum seta í verk dátuvøruhús við dátum frá fleiri dátukeldum við til dømis Extract-Transform-Load (ETL). • Greiða frá og meta um grundleggjandi útbýttar (distributed) dátugoymslur av heterogenum dátumongdum við til dømis Hadoop Distributed File System (HDFS). • Greiða frá og meta um ymisk háttaløg fyri at økja um fault-tolerance. • Greiða frá og við stórdátutólum avrika útbýtta (distributed) dátugreining við til dømis MapReduce ella Apache Spark. • Greiða frá, kjakast um og senda OLAP fyrispurningar við tólum, so sum Apache Spark ella Multi Dimensional Expressions (MDX). • Greiða frá sergjørdum dátugrunnatøkni (NoSQL), so sum lykla-virðis-, skjala-, tíðarseriu- ella graf-goymslur.
- Innihald
- • Stórdátu-eyðkennir og OLAP (Online Analytical Processing) mótvegis OLTP (Online Transactional Processing). • Multidimensionell myndlan. Relationell goymsla av hesi myndlan, umframt albøting (optimering) av goymsluni. Multidimensionellir fyrispurningar. • Uppsetan av dátuvøruhúsi og integratión av dátum frá fleiri dátukeldum við Extract-Transform-Load (ETL). Handfaring og viðlíkahald av dátuvøruhúsum. • Almenn innleiðing til útbýttar (distributed) dátugoymslur. • Replikatión og sambæri (consistency) av útbýttum (distributed) dátugoymslum. • Stórdátugreining. • Sergjørdar dátugrunnatøknir (NoSQL).
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, uppgávur, sjálvlestur og kravd avrik grundað á ymiskt undirvísingartilfar frá lestrarlistanum. Kravd avrik kann vera innlatingar og/ella framløgur, sum greina stórdátugrunnatøkni.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Øll kravd avrik skula vera staðin til ásettar tíðarfreistir. Próvtøkan verður ein munnlig próvtøka uttan fyrireikingartíð fyri meting av øllum skeiðsinnihaldinum (vigar 100%), við støði í undirvísingartilfari og kravdum avrikum. Endurpróvtøka og sjúkraroynd vera skipað eftir sama leisti, sum próvtøkan.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er sett til 20. og 21. mars 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 16. januar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sigmundur Vang
- Undirvísarar
- Sigmundur Vang, Bergdis Ester Gisladóttir Jensen