5720 - Støddfrøðiligt grundarlag til tilgjørt vit
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Støddfrøðiligt grundarlag til tilgjørt vit
Skeiðsnummar
5720.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
7,50
Stig
Master
Deildir
Náttúruvísindadeildin
Útbúgvingar
M.Sc. í dátuvísindum
Fortreytir
Grundleggjandi vitan um differential og integral rokning, líkindi og geometriskar vektorar í tveimum og trimum dimensiónum.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og enskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í M.Sc. í dátuvísindum eru sjálvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
Byrjanardato
týsdagur, 27. august 2024
Endadato
hósdagur, 12. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Hetta skeiðið hevur sum endamál at geva tí lesandi neyðugu tólini til at tulka úrslit, sum verður framleidd undir dátagreining. Skeiðið fevnir tískil um høvuðshugtøk og arbeiðsháttir frá lineer algebra, differential kalkulus (infinitesimalrokning) og líkinda ástøði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er at enda komið, skal tann lesandi kunna: • Brúka matrixrokning og Gauss eliminatión. • Analysera og greiða frá loysningsmongdum hjá líkningaskipanum. • Greina og greiða frá lineera strukturinum í loysnarmongdum í vektorrúmum. • Nýta lineerar avmyndanir millum generel vektorrúm. • Rokna analytiskar eginleikar hjá vektorum. • Kanna eginleikar hjá matricur og fremja matrix dekompositión. • Nýta infinitesimalrokning í fleiri variablum. • Greiða frá líkindum í diskretum og kontinuertum variablum. • Rokna við líkindafunktiónum og tættleikafunktiónum. • Optimeringshættir, millum annað gradient descent.
Innihald
o Líkningaskipanir og loysnir. o Vektorar og matricur. o Vektorrúm, normar og innara produkt. o Lineerar avmyndanir og teirri eginleikar. o Spektralsetningurin og matrix dekompositión. o Infinitesimalrokning: grensuvirði, kontinuitetur, differentialrokning í fleiri variablum, gradientar og optimering. o Almenn og víðarigangandi líkindaástøði til maskinlæring: líkindarúm og líkindi, sum og produkt reglu, Bayesa teorem og normalfordeilingin.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning (80 tímar). Sjálvstudium og tríggjar skrivligar innlatingar (126 tímar).
Próvtøka
Próvtøkuháttur
4-tímar skrivlig próvtøka. Elektroniskir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Innlatingarnar skulu standast fyri at fara til próvtøku. Endurpróvtøkan hevur sama format.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan verður í viku 2, 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Mortan Janusarson Thomsen
Undirvísarar
Mortan Janusarson Thomsen
Aftur