5730 - Farnet samskiftistøkni og tólnet
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Farnet samskiftistøkni og tólnet
- Skeiðsnummar
- 5730.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 7,50
- Stig
- Master
- Deildir
- Náttúruvísindadeildin
- Útbúgvingar
- M.Sc. í dátuvísindum
- Fortreytir
- Ynskiligar fortreytir ella líknandi skeið: Algoritmur og dátustrukturar; Teldunetverk og dátu- samskifti; Diskret støddfrøði; Lin. algebra fyri KT-verkfrøðingar; Hagfrøðilig læring; KT-trygd
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum og enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 4. lestrarhálvu í M.Sc. í dátuvísindum eru sjálvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuna.
- Byrjanardato
- týsdagur, 14. januar 2025
- Endadato
- hósdagur, 6. mars 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eina breiða fatan av farnet samskiftistøkni, við serligum fokus á tólnet (IoT). Skeiðið hevur til endamáls at betra kunnleikan hjá teimum lesandi um dátu samskiftisprotokollir, og framstig við farnet samskiftistøkni og IoT. Hetta skeið viðger eisini trygdar avbjóðingarnar við integratión av farnet samskiftistøkni og IoT.
- Læruúrtøka
- Eftir at hetta skeiðið er lokið verða næmingarnir førir fyri at: Greina farnetarkitekturar og høvuðseginleikar, harímillum eMBB, URLLC, and mMTC. Greiða frá um prinsippum og implementatiónum av Net slicing, SDN, og edge computing. Greiða frá IoT Arkitektur og protokollum: Greiða frá bygnaðinum og samskiftisprotokollunum í IoT skipanum, herundir MQTT, NB-IoT, og leiklutunum hjá ymsum IoT tólum og sensorum. Greiða frá hvussu farnet betra um IoT nýtsluskipanir við at betra ferðina, kapasitetin og minni seinkan (latency), og kanna veruligar nýtsluskipanir. Greiða frá um radioatgongdartøkni í farnetum, harímillum massive MIMO og strálugeran, og hvussu hesar tøknirnar ávirka ferðina og kapasitetin á farnetum. Meta um avbjóðingar við trygd og privatlívsfriði viðvíkjandi IoT. Greiða frá hvussu loysnir sum dulnevning, samgildi og blockchain kunna betra um hesar avbjóðingarnar. AI/ML til netoptimering og dátugreining: lýsa brúk av tilgjørdum viti og maskinlæring til netverksoptimering og dátugreining í IoT høpi. Kanna framstig í fartøkni og IoT, herundir menning til næstu generatión av farneti, kvantum samskifti og atlit til burðardygd.
- Innihald
- Hetta skeiðið gevur eina lýsing av lyklaprinsippunum og framstigunum innan fartelefon og IoT tøkni, herundir: • Arkitekturar og høvuðs eginleikar (eMBB, URLLC, mMTC). • Nettøknir: Net slicing, SDN, og edge computing. • IoT-arkitektur: Tól, sensorar og samskiftisprotokollir (MQTT, NB-IoT) og dátugreining til tólnet, við dátuinsavnan, viðgerð og nýtsla av dátum, ið verða skapt av IoT. • Sameining av farnet samskiftistøkni og IoT: Stórskala IoT og nýtsla. • Radioatgongdartøkni (RAT) í farnetverkum: Massiv MIMO og strálugeran. • Trygdar avbjóðingar í IoT: Dulnevning, samgildi, blockchain tøknir. • AI/ML í IoT: Netverksoptimering og dátugreining. • Menning av framtíðar farneti, kvantum samskifti og burðardygd.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað við fyrilestrum, og uppgávuloysing
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Fyri at sleppa til próvtøku skal hvør lesandi hava fingið tvær innlatingar góðkendar. Próvtøkan verður ein 4 tímar skrivlig próvtøka. Elektronisk tól eru ikki loyvd. Útskrivað og hond-skrivað tilfar er loyvt t.d., notatir, uppgávur, undirvísingartilfar og lærubøkur. Endurroynd verður uppá sama máta.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Ikki ásett
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan verður í viku 12, 2025. Endurpróvtøkan verður í viku 23, 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 14. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jóhannus Kristmundsson
- Undirvísarar
- Jóhannus Kristmundsson