6101 - Kirkjurættur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Kirkjurættur
- Skeiðsnummar
- 6101.20
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- Ískoytisútbúgving í føroyskum kirkjukunnleika
- Fortreytir
- Skeiðið er serliga ætlað prestum í fólkakirkjuni og lesandi í gudfrøði við loknum bachelorprógvi.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum, føroyskum og enskum. Bólkarbeiði, framløgur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Sóknarprestar í embæti skriva seg inn til útbúgvingina umvegis próstin ella læraran.
- Byrjanardato
- 6. februar 2023
- Endadato
- 2. mai 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Skeiðið skal geva sóknarprestum tilvitsku og kunnleika um føroyska kirkjuskipan og -embætisførslu.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið eru tey lesandi før fyri at: • lýsa tað fólkakirkjuliga lógarverkið í síni heild við sínum søguligu og politisku fortreytum • greiða frá tí kirkjuligu lóggávuni við atliti at embætisførslu, starvi og umsiting
- Innihald
- Høvuðsevni, sum verða viðgjørd á skeiðinum, eru hesi: • Fólkakirkjan sum trúarsamfelag: játtanargrundarlag og læra, løggilding og kirkjulig umsjón, trúarfrælsi og samvitskufrælsi • Limaskapur: rættindi og skyldur • Skipan: sókn, prestagjald, próstadømi, biskupsdømi, samstarv • Stjórnarviðurskifti: kirkjuráð, próstadømisráð, stiftsstjórn, løgting og landsstýri, fyrisitingarlógin • Fíggjarviðurskifti: kirkjukassin, kirkjuskattur, kirkjugrunnurin, landskassastuðul, fíggjarætlan og samráð • Embæti: prestur, próstur, biskupur, setanartilgongd • Starvsfólk: sjálvboðin og lønt • Bygningar: bygging og innrætting, rakstur, nýtsla, friðingarmyndugleikar • Aðrar lógir, eitt nú tænastumannalógin, navnalógin, hjúnabandslógin, halgidagslóggávan • Sjálvbodnir felagsskapir • Onnur trúarsamfeløg.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur og kjak. Møguleiki verður eisini fyri bólkaarbeiði og framløgu frá teimum lesandi.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Prógv verður latið fyri skjalprógvaða luttøku. Staðið/ ikki staðið.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Metingin verður við skeiðsenda.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 21. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Jákup Reinert Hansen
- Undirvísarar
- Jákup Reinert Hansen