6104 - Vakstrarfyritøkur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Vakstrarfyritøkur
- Skeiðsnummar
- 6104.23
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði
- Fortreytir
- Miðnámskúlaprógv við støddfrøði á B-stigi.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, framløgur, venjingar o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 6. lestrarhálvu í B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 30. januar 2023
- Endadato
- 31. mai 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi innlit í ástøði, hugtøk og háttaløg í sambandi við vakstrarfyritøkur, soleiðis at tey sjálvstøðugt kunnu brúka hesi í verki. Tað veri seg sum íverksetarar, starvsfólk, íleggjarar ella ráðgevar hjá vakstrarfyritøkum ella øðrum organisatiónum, sum kunnu læra frá vakstrarfyritøkum.
- Læruúrtøka
- Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at: 1) greiða frá muninum millum vakstrar- og rakstrarfyritøkur, 2) brúka amboð at lýsa forrætningsmyndlar hjá íverksetarum, 3) lýsa ymisku leiklutirnar í vakstrarfyritøkum og hvussu eitt fjølbroytt íverksetaratoymi kann skipast, 4) greina minsta nýtiliga produkt, og í hesum sambandi eisini meta um, nær produktið passar til marknaðin og hvussu til ber at tillaga produktið og seta nýggja kós, 5) býta ferðina hjá vakstrarfyritøkum upp í ymiskar fasur og meta um, hvat krevst í hvørjari fasu, 6) lýsa ymisku fíggingarleistirnar, herundir sjálvfígging, lán, setfígging og framtaksfígging, og 7) greiða frá, hvussu íverksetarar og íleggjarar fáa vinning umvegis vinningsbýti, børsskráseting ella uppkeyp og samanlegging.
- Innihald
- Skeiðið er skipað sum ein íverksetararaferð í fýra pørtum frá hugskoti til stórfyritøku. 1) Byrja: í fyrsta parti verður farið frá hugskoti til eina fyritøku, sum hevur eitt produkt, sum marknaðurin vil hava. Dentur verður lagdur á íverksetaratoymið, byrjanarfígging og at røkka eini støðu, har produktið passar til marknaðin. 2) Byggja: Í øðrum parti verður farið frá einum brúkiligum produkti til eina fyritøku, sum er klár til uppskalering. Dentur verður lagdur á skipan av organisatiónini, tillaging av produktinum og fíninnstilling av forrætningsmyndlinum. 3) Vaksa: Í triðja parti verður ferð sett á. Dentur verður lagdur á vakstrarfígging, altjóðagerð og leiðslu og stýring í eini fyritøku í stórari broyting. 4) Enda: Í fjórða og síðsta parti fer fyritøkan frá at vera ein vakstrarfyritøka til at blíva seld ella blíva ein rakstrarfyritøka. Dentur verður lagdur á, hvussu íverksetarar og íleggjarar fáa vinningin útgoldnan.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Frálærutímarnir verða nýttir til stuttar fyrilestrar, venjingar og samrøður við fólk í íverksetaraumhvørvinum. Studentaframløgur verða gjørdar sambært ætlan. Mælt verður til regluligt og skipað bólkaarbeiði sum liður í fyrireiking.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig heimauppgáva á í mesta lagi 5.000 orð.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga heimauppgávan verður latin inn 30. mai 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 13. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
- Undirvísarar
- Ólavur Ellefsen