6106 - ES - rættur
Skeiðsupplýsingar
Heiti
ES - rættur
Skeiðsnummar
6106.25
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Embætisprógv í lóg (Emb.L.), M.A. í løgfrøði
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Sjálvvirkandi fyri fulltíðarlesandi. Stakgreinalesandi umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
Byrjanardato
fríggjadagur, 7. februar 2025
Endadato
týsdagur, 27. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi innlit í ES-rætt og ES-stovnar við serligum atliti til teir partar av ES-rætti, sum eru týðandi fyri Føroyar sum samstarvspartur við ES. Millum hesi eru serliga tey fýra frælsini eins og tær serstøku avtalur, sum eru gjørdar millum Føroyar og ES.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Lýsa grundleggjandi hugtøk og keldur í ES-rætti. - Lýsa stovnar undir ES, endamál og virki teirra. - Meta um rættarligar spurningar millum ES og Føroyar. - Greina rættarkeldur og tulkingarhættir hjá ES-dómstólinum og týdningin av ítøkiligum úrskurðum hjá ES-dómstólinum um tey fýra frælsini. - Eyðmerkja rættarspurningar og ymiskar faktiskar umstøður, í ymiskum høpi, viðkomandi fyri ES-rætt. - Meta kritiskt um og skjóta upp ymiskar loysnir fyri ymiskar ES-rættarligar trupulleikar. - Miðla og orða vitan og grundgevingar á fakliga og málsliga góðan og rættan hátt.
Innihald
Skeiðið fevnir um hesi høvuðsevni: - Søguligt bakstøði og uppruna til ES. - ES-sáttmálarnar, og hvussu hesir eru mentir gjøgnum tíðina. - Danska grundlógin og grundleggjandi náttúran í ES-skipanini. - ES-stovnar og virki teirra: Europeiska Ráðið, Ráðharraráðið, ES-nevndina, ES-tingið og ES-dómstólin. - ES-lóggávutilgongdina og rættarkeldur í ES-rætti. - Sekundera lóggávu sum fyriskipanir og direktivir. Almenn rættarprinsipp. - Serstakar avtalur, sum gjørdar eru millum Føroyar og ES. - Sambandið millum ES-rætt og innlendis rætt, bæði alment, men eisini, og serliga, sambandið millum ES-rætt og føroyskan rætt. - Tey fýra frælsini, sum skipa felags marknaðin. - EBS og sambandið við ES. - Europeiska dómstólin: Tulking og hátt at skriva úrskurðir. Útvald mál
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar undirvísing á staðnum. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kritiskt kjak, bólkaarbeiði og studentaframløgur og á annan aktivan hátt við tí lesandi í miðdeplinum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig roynd á 4 tímar, tá skeiðið endar. Lesandi hava rætt til at hava alt tilfar frá skeiðnum við til royndina. Tó er ongin internetatgongd, og brot á hesa fyriskipan er burturvísingargrund.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Endaliga próvtøkuuppgávan verður skriva í døgunum 11 juni kl 9.00 til 13 juni kl. 9.00
Freist fyri frámelding til próvtøku
mánadagur, 27. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Kristian Joensen
Undirvísarar
Elisabeth Fransiska Rasmussen, Bárður Larsen, Kristian Joensen
Aftur