6107 - Mannarættindi
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Mannarættindi
Skeiðsnummar
6107.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í løgfrøði, Embætisprógv í lóg (Emb.L.)
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og skandinaviskum.
Tilmelding
Lesandi í M.A. í løgfrøði, lesandi, sum taka embætisprógv í lóg á 2. lestrarhálvu og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
2. februar 2024
Endadato
31. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at lýsa nútíðar týdningin av mannarættindum móti politiska, søguliga og heimspekiliga upprunanum. Skeiðið samantvinnar stovnsliga (institutionella), ástøðiliga, politiska, søguliga og rættardogmatiska tilgongd til mannarættindi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: - Lýsa søguligu menningina í mannarættindum og mannarættindahugsan. - Lýsa týðandi mannarættindaskipanir, eitt nú ST-skipanina og skipanina við Europaráðnum, og týðandi rættindaskjøl, íroknað UDHR, ICCPR, Europeiska Mannarættindasáttmálan og onnur regional og altjóða mannarættindaskjøl. - Greina týðandi løgfrøðilig eyðkenni við mannarættindasáttmálum, so sum fevni teirra og hvussu teir verða hondhevjaðir, og hvønn týdning teir hava í innlendis rætti og altjóða. - Greina týðandi venju frá mannarættindadómstólum og mannarættindanevndum, teirra grundgevingarhátt og skrivistíl. - Greina venju frá mannarættindadómstólum og mannarættindanevndum, mett móti løgfrøðiligum ástøði og ástøði um mannarættindi. - Eyðmerkja mannarættindatrupulleikar í málum av ymiskum slagi og kritiskt meta um og skjóta upp loysnir fyri mál í ymiskum høpi. - Miðla og orða vitan og grundgevingar á fakliga og málsliga góðan og rættan hátt.
Innihald
Skeiðið byrjar við einum ástøðiligum parti við at seta nútíðar mannarættindaskipan og mannarættindahugsan í søguligt og heimspekiligt høpi. Mett verður um hugsjónina um, at mannarættindi eru algild (universel) í tilknýti til ymiskar ástøðiligar fatanir, so sum positivismu og natúrrætt. Eisini verða viðgjørdar mótsettu áskoðanirnar, ið eru knýttar at á tí eini síðuni formalismu og á hinari síðuni realismu og pragmatismu, og hvussu hesar ávirka grundgevingarhátt og rættvísgerð av mannarættindum. Onnur ástøðilig evni verða eisini viðgjørd, eitt nú sambandið millum moralsk og løgfrøðilig mannarættindi, og hvussu freistanin at klæða politiska ideologi í sum mannarættindi kann gerast ein hóttan móti integriteti og undirtøku viðvíkjandi mannarættindum. Skeiðið hevur síðan ein stovnsligan (institutionellan) part um mannarættindastovnar, grundleggjandi løgfrøðilig skjøl og rættarkeldur, so sum ST-stovningarsáttmálan og atknýtta sáttmálaskipan, heimsyvirlýsingina um mannarættindi (UDHR), altjóða semingin um borgarlig og politisk rættindi (ICCPR) og altjóða semingin um búskaparlig-, almanna- og mentanarrættindi (IESCR). Íroknað hendan stovnsliga part er ein lokalur ella regionalur partur við denti á Europaráðið, Europeiska Mannarættindasáttmálan og Europeiska Mannarættindadómstólin. Seinni parturin av skeiðnum hevur eina kritiska viðgerð av umboðandi úrskurðum frá serliga Europeiska Mannarættindadómstólinum, men eisini venju frá ST-mannarættarnevndum, ið virka sum yvirvakingarstovnar og eitt slag av úrskurðarstovnum. Greiningin er ætlað at vísa, hvat slag av argumentatión og rættvísgerð er ráðandi, og hvussu úrskurðarvenja ávirkar innlendis rætt. Gjøgnumgingin úrskurðarvenja og venja frá mannarættindanevndum fer at taka støði í týðandi mannarættindaásetingum í serliga Europeiska Mannarættindasáttmálanum og ICCPR, eitt nú rættin til privatlív og familjulív, frælsi at trúgva og hugsa og talufrælsi, felagsfrælsi og savningarfrælsi.
Læru- og undirvísingarhættir
Umleið 40 tímar undirvísing á staðnum. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kritiskt kjak, bólkaarbeiði og studentaframløgur og á annan aktivan hátt við tí lesandi í miðdeplinum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig heimaroynd á 48 tímar miðskeiðis á skeiðnum telur 50%, og ein munnlig roynd, við fyrireikingartíð, tá skeiðið endar, telur 50%. Fortreyt fyri at standa skeiðið er, at báðir partar av royndini eru til staðið.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til 31. mai 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
16. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Larsen
Undirvísarar
Bárður Larsen, Jóhan Jógvansson Lamhauge, Kristian Joensen
Aftur