6109 - Demokrati í teori og praksis
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Demokrati í teori og praksis
Skeiðsnummar
6109.23
Lestrarár
2022-2023
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
M.S.Sc. í politikki og umsiting, M.S.Sc. í samfelagsvísindum, M.A. í søgu
Fortreytir
Bachelor í søgu, samfelagsvísindi, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum, føroyskum og enskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu á Master í politikki og umsiting, Master í samfelagsvísindum, Master í søgu og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
30. januar 2023
Endadato
1. juni 2023
Fakligt innihald
Endamál
At tann lesandi fær eina gjølliga fatan av demokrati sum ástøði, hugtaki og fyribrigdi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi verða før/ur fyri at: • Greiða frá, hvat demokrati sum stýriskipan er, og hvar tað hevur sín uppruna. • Lýsa ymisku fatanirnar av demokratii, ið eru viðgjørdar á skeiðnum, og meta um teirra styrki og veikleikar. • Greina, hvussu demokrati virkar við støði í vitan um myndlar og ástøði um demokratiskar skipanir og stovnar. • Greiða frá leiklutinum hjá politiskum leikarum í einari demokratiskari skipan. • Vera før fyri at meta um viðkomandi demokratiskar spurningar í nútíðarsamfelagnum á ein tilvitaðan og grundaðan hátt. • Sjálvstøðugt brúka tey ástøði og myndlar, tey hava lært um á skeiðinum, til at greina og meta um aktuell og viðkomandi viðurskifti í nútíðarsamfelagnum.
Innihald
Á hesum skeiði fara vit at viðgera, hvat demokrati er fyri eitt fyribrigdi, hvar tað kemur frá, og hvussu demokrati verður fatað í dag. Vit fara aftur í gamla Grikkaland har demokratiið tók seg upp og viðgera, hvussu fatanin av demokratii hevur broytt seg gjøgnum tíðina. Dentur verður lagdur á ymisku fatanirnar av demokratii (t.d. liberalt-, konstitutionelt-, republikanskt-, og deliberativt demokrati), ástøði og myndlar um demokrati, og hvussu demokratiskar institutiónir virka í praksis. Vit koma eisini inn á leiklutin hjá politiskum flokkum, og ikki-statsligum felagsskapum (t.d. fjølmiðlum, áhugafelagsskapum), og viðgera avbjóðingar fyri demokrati í 21 øld.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er 30 tímar og verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði og studentaframløgur
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (5 tímar), umframt ein skrivlig uppgáva (millum 3.000-5.000 orð), sum verður skrivað einsæris. Studenturin velur evni í samráð við undirvísaran. Skrivliga próvtøkan telur helvtina av samlaða próvtalinum, og heimauppgávan telur hina helvtina.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga uppgávan verður latin inn 10. mai 2023, og skrivliga próvtøkan er sett til 13. juni 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
16. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen
Undirvísarar
Súsanna Olsen
Aftur