6110 - Demokrati í teori og praksis
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Demokrati í teori og praksis
Skeiðsnummar
6110.23
Lestrarár
2022-2023
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð)
Fortreytir
Miðnám, ella tilsvarandi førleikar.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum, føroyskum og enskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
2. februar 2023
Endadato
1. juni 2023
Fakligt innihald
Endamál
At tann lesandi fær eina gjølliga fatan av demokrati sum ástøði, hugtaki og fyribrigdi.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi verða før/ur fyri at: • Greiða frá hvat demokrati sum stýriskipan er, og hvar tað hevur sín uppruna. • Lýsa ymisku fatanirnar av demokratii, ið eru viðgjørdar á skeiðnum og meta um teirra styrki og veikleikar. • Greina, hvussu demokrati virkar við støði í vitan um myndlar og ástøði um demokratiskar skipanir og stovnar. • Greiða frá leiklutinum hjá politiskum leikarum í einari demokratiskari skipan. • Vera før fyri at meta um viðkomandi demokratiskar spurningar í nútíðarsamfelagnum á ein tilvitaðan og grundaðan hátt.
Innihald
Á hesum skeiði fara vit at viðgera, hvat demokrati er fyri eitt fyribrigdi, hvar tað kemur frá, og hvussu demokrati verður fatað í dag. Vit fara aftur í gamla Grikkaland har demokratiið tók seg upp og viðgera, hvussu fatanin av demokratii hevur broytt seg gjøgnum tíðina. Dentur verður lagdur á ymisku fatanirnar av demokratii (t.d. liberalt-, konstitutionelt-, republikanskt-, og deliberativt demokrati), ástøði og myndlar um demokrati, og hvussu demokratiskar institutiónir virka í praksis. Vit koma eisini inn á leiklutin hjá politiskum flokkum, og ikki-statsligum felagsskapum (t.d. fjølmiðlum, áhugafelagsskapum), og viðgera avbjóðingar fyri demokratii í 21 øld.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er 30 tímar og verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði og studentaframløgur
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (5 tímar).
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Ikki ásett
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til 13. juni 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
16. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen
Undirvísarar
Súsanna Olsen
Aftur