6111 - Umhvørvissøga
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Umhvørvissøga
Skeiðsnummar
6111.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í søgu, M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði
Fortreytir
BA í søgu, samfelagsvísindi, politikki og umsiting ella líknandi útbúgving.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum, føroyskum og enskum. Fyrilestrar, venjingar, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu á Master í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði og Master í søgu og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
2. februar 2024
Endadato
12. apríl 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at lesandi ogna sær grundleggjandi vitan, hugtøk og analytisk amboð at skilja søguligu fortreytirnar fyri teimum umhvørvistrupulleikum vit hava í dag, eins og førleikar at lýsa og greina broytingar í náttúru, mentan, samfelag og politikki úr umhvørvissøguligum sjónarhorni, og hvønn týdning hesar broytingar hava fyri langtíðar burðardygd og vælferð.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skulu lesandi megna at: • Greiða frá hvussu umhvørvissøga er ment sum tvørvísindalig vísindagrein, serliga seinastu hálvu øldina. • Greiða frá høvuðstilgongdunum innan umhvørvissøgu. • Lýsa hvønn týdning og leiklut mentan og náttúrufatan hava á búskaparligar mannagongdir og á ymiskar hættir at troyta náttúru. • Lýsa og greina hvussu umhvørvisbroytingar søguliga hava ávirkað samfelag, politikk og mentan og umvent. • Lýsa og greina samanhangir millum burðardygd, vælferð og umhvørvi úr langtíðar sjónarhorni. • Lýsa og greina, úr umhvørvissøguligum sjónarhorni, eitt sjálvvalt evni.
Innihald
• Grundleggjandi hugtøk og tilgongdir í umhvørvissøgu. • Menningin av umhvørvissøgu sum vísindagrein. • Global umhvørvissøga. • Umhvørvisdeterminisma og mentanardeterminisma í søgufatan. • Náttúrufatanir, búskapur og umhvørvisbroytingar gjøgnum tíðina. • Burðardygd, vælferð og umhvørvisbroytingar í langtíðar sjónarhorni. • Modernitetur, orka, nýtsla og veðurlagsbroytingar. • Landbúnaður/fiskivinna og umhvørvi. • Imperialisma og umhvørvi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við fyrilestrum, framløgum frá lesandi, og smærri bólka- og kjakvenjingum.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig verja av skrivligari heimauppgávu.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga heimauppgávan verður latin inn 19. apríl 2024, og munnliga próvtøkan er sett til 30. apríl 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
16. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Ragnheiður Bogadóttir
Undirvísarar
Ragnheiður Bogadóttir, Tráin Petursson Nónklett
Aftur