6113 - Arkivkunnleiki
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Arkivkunnleiki
Skeiðsnummar
6113.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í søgu (Smátjóðir og altjóðagerð), B.S.Sc. í samfelagsvísindum
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum, føroyskum og enskum. Fyrilestrar, venjingar o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.A. í søgu - smátjóðir og altjóðagerð eru sjálvvirkandi tilmeldað. Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.S.Sc. í samfelagsvísindum og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
31. januar 2024
Endadato
10. apríl 2024
Fakligt innihald
Endamál
At geva teimum lesandi førleikar at kanna søgulig evni, grundað á skjalarannsóknir og brúk av skjølum sum almenn skjalasøvn umsita. Eisini skulu tey lesandi fáa almennan kunnleika um skjalasøvn og tann týdning, sum tey hava fyri samfelag, kunnleika og gransking. Skeiðið vendir sær eisini til onnur, sum hava áhuga fyri ella tørv á at vita nakað um skjalasøvn, teirra týdning og hvussu tey kunnu gagnnýtast.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • eyðmerkja og meta um ítøkiligt heimildartilfar á skjalasavninum, • greiða frá og meta um heimildartilfar á skjalasavninum fyri at loysa ítøkiligar søguvísindaligar uppgávur, • greina og greiða frá høvuðsuppgávum og -virksemi hjá skjalasøvnum og lógargrundarlagi teirra, og • meta um tann týdning, sum skjalasøvn hava fyri ymisk samfelagslig viðurskifti.
Innihald
Undirvísingin fevnir um at leita fram, lesa og gagnnýta heimildartilfar á skjalasøvnum. Eisini fevnir hon um viðkomandi lógir og meginreglur fyri skjalasøvn, sløg av tilfari, sum skjalasøvn innsavna, og tað ástøðiliga grundarlagið undir skjalasøvnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin fer fram við ymiskum venjingum, serliga við skjalarannsóknum v.m. og við at lesa gamla skrift. Eisini verða fyrilestrar og kjak um serlig skjalasavnsevni. Í skeiðstíðini skulu studentarnir loysa eitt ávíst tal av uppgávum eftir avgerð vegleiðaranna og við vegleiðing teirra.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga heimauppgávan verður latin inn 24. apríl 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
14. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Andras Marni Mortensen
Undirvísarar
Sámal Tróndur Finnsson Johansen
Aftur