6120a - Embætisritgerð í lóg
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Embætisritgerð í lóg
Skeiðsnummar
6120.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
20,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Embætisprógv í lóg (Emb.L.)
Fortreytir
Embætisritgerðin (Emb.L. ritgerðin) skal góðkennast av útbugvingarleiðaranum seinast við byrjan av 3. lestrarhálvu. Samstundis sum lesandi fáa evnið góðkent, vísir útbúgvingarleiðarin teimum á hóskandi vegleiðara. Emb. L. ritgerðin skal skrivast einstaklingavís og á føroyskum máli, tó við úrdrátti á enskum. Útbúgvingarleiðarin kann gera undantak frá kravinum um føroyskt mál. Ritgerðin skal latast í tveimum innlatingum. Fyrri partur skal latast inn seinast 15. januar í 3. lestrarhálvu kl. 12.00. Fellur 15. januar á leygardag ella sunnudag, er freistin somu tíð mánadagin eftir. Fyrra innlating má hava trupulleikaorðing, fyribils lestrarlista og innihaldsligar partar, sum í vavi svara til í minsta lagi helvtina av ritgerðini. Fyrra innlating verður einans próvdømd sum staðin ella ikki-staðin. Treytað av, at innlatingin er staðin eftir meting hjá vegleiðara og uttanhýsis próvdómara, kann tann lesandi fara víðari til seinna partin. Seinna innlatingin stendur í samlaðu ritgerðini, sum má verða latin seinast tann 15. mai kl 12 á fjórðu og seinastu lestrarhálvu. Fellur 15. mai á leygardag ella sunnudag, er freistin somu tíð mánadagin eftir. Emb.L. ritgerðin skal vera í minsta lagi 40 síður (96.000 tekin við gloppum og fótnotum) og í mesta lagi 50 síður (120.000 tekin við gloppum og fótnotum). Treyt fyri at lata Emb.L. ritgerð inn er, at lesandi hava staðið øll skeið fram til og íroknað 3. lestrarhálvu. Eisini er treyt fyri at standa Emb.L. ritgerð, at lesandi hava staðið bæði vanligu skeiðini, sum hoyra til 4. lestrarhálvu.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu á embætisprógv í lóg eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
1. februar 2024
Endadato
15. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endalig ritgerð (verkætlan) á Embætisprógvi í lóg.
Læruúrtøka
Við Emb.L. ritgerðini væntast tann lesandi at: - vísa evni til at orða ein greiðan spurdóm knýttan at valda evninum. - vísa evni til savna allar týðandi rættarkeldur og bókmentir, ið eru viðkomandi fyri valda evnið. - at prógva evni til at greiða frá og grundgeva fyri vali av háttalagi. - at vísa evni til at fremja ritverkið á ein samanhangandi, skipaðan hátt, har tað er góður samanhangur og javnvág millum spurdóm, avmarking, ætlan (dispositión), greinan og niðurstøðu. - at miðla teirra vitan og grundgevingar á skipaðan og samanhangandi hátt við einum greiðum og røttum máli, ið prógvar tilvitan um, at – og hvar – føroyskt er á einum menningarstigi fram ímóti at gerast eitt akademiskt-løgfrøðiligt mál.
Innihald
Evni verður valt av tí lesandi og góðkent av útbúgvingarleiðaranum. Evnið skal helst liggja innanfyri tey evni, sum undirvíst hevur verið í á bachelor og Emb.L., men útbúgvingarleiðarin kann, um tað verður hildið rímiligt og hóskandi, gera frávik og góðkenna onnur evni.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing. Í mesta lagi 10 tímar vegleiðing verða bjóðaðir hvørjum lesandi.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvdøming grundað á skrivliga verkið. Í sambandi við próvdøming verður dentur ikki einans lagdur á innihald, men (í tann mun hesi kunnu skiljast hvørt frá øðrum) á skriving.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Ritgerðin verður latin inn 15. mai 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
15. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Bárður Larsen
Undirvísarar
Aftur