6131 - Masterritgerð í Master í Leiðslu og Skipan
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Masterritgerð í Master í Leiðslu og Skipan
- Skeiðsnummar
- 6131.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 20,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- Master í leiðslu og skipan
- Fortreytir
- Bachelor
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á Master í leiðslu og skipan í lóg eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 5. februar 2024
- Endadato
- 16. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við masterverkætlanini er, at tann lesandi rannsakar eitt evni, í samband við leiðslu, eisini í samband við føroyska leiðslukontekstin, við støði í teirri vitan tann lesandi hevur ogna sær á leiðsluútbúgvingini.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Staðfesta og miðla viðkomandi leiðslu fyribrigdi og trupulleikar úr vísindaligum og akademiskum sjónarhorni. • Greina ein týðandi trupulleika við viðkomandi leiðslu- ástøði og hugtøkum. • Staðfesta og kjakast um verkligar/yrkisligar avleiðingar, ið greiningin hevur avdúkað.
- Innihald
- • Verklig og týðandi mál innan úrvald leiðslu økir • Greining av leiðslu- støðum og fyribrigdum við vísindaligum háttaløgum, har serstakt krav er um, at kvantitativur kanningarleistur verður tikin við. • Týðulig ástøðilig sjónarmið, sum geva betri fatan av einum leiðslufyribrigdi, sum hevur týdning fyri leiðslu sum heild, og leiðslu í føroyska samfelagnum (fortíð/nútíð og/ella framtíð) • At fyrireika, skipa og gera eina problemorienteraða greining, einsæris, ella í samstarvi við onnur lesandi (tó ikki fleiri enn 3 í bólkinum) vegleiðara og aðrar áhugapartar
- Læru- og undirvísingarhættir
- Masterverkætlanin er grundað á trupulleikagrundað verkætlanararbeiði, ið verður framt einsæris, ella í bólki. Áleiðis í arbeiðsgongdini, tá ið masterverkætlanin verður skrivað møtast tey lesandi 2-3 ferðir. Ein miðvegis obligatorisk framløga skal gerast, har tey lesandi, við støði í miðvegis skrivligari innlating, framleggja fyri hvørjum øðrum, og saman við undirvísarum og hinum lesandi fáa feed-back.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig trupulleikagrundað uppgáva, ið skal verjast munnliga. Ein fortreyt fyri at sleppa til endaliga próvtøku, er at tann lesandi skal hava staðið munnliga miðvegisframløgu, sum verður miðskeiðis í heysthálvuni/várhálvuni undir masterverkætlanar gongdini.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Ritgerðin verður latin inn 29. desember, 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 5. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Súsanna Olsen
- Undirvísarar