6137 - Logikkur og kritisk hugsan
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Logikkur og kritisk hugsan
Skeiðsnummar
6137.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í søgu, M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi førleiki
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
Byrjanardato
fríggjadagur, 31. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 30. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakaranum førleikar og amboð til at greina og meta um gildi í formligari og óformligari argumentatión, og harvið menna førleikarnar til sjálvstøðuga og kritiska hugsan.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • lýsa høvuðstættirnir í logikki • greiða frá hvat ein mismeting er • eyðmerkja mismetingar í ítøkiligum dømum • sjálvstøðugt og kritiskt at greina og meta um gildi av argumentatión í skrift og talu.
Innihald
Vit møta støðugt argumentum og argumentatión í skrift og talu. Tað veri seg í politiskum orðaskifti, kjaki um etiskar spurningar ella vísindaligum greinum av ymiskum slag. Men hvussu avgera vit, hvørt argumentini halda og/ella hava gildi? Í hesum skeiðnum verður tann klassiski formligi logikkurin viðgjørdur. Tann óformelli logikkurin verður viðgjørdur við atliti til eyðmerking av mismetingum. Nortið verður eisini við nýtímans logikk. Hesi amboð eru neyðug fyri kritiska hugsan og vit koma tí at gera fleiri venjingar sum menna førleikarnar at brúka hesi amboð í verki. Greinað verða politisk orðaskifti (t.d. hugtøk sum ‘alternative facts’ og ‘post-truth’). Ymisk etisk mál og vísindaligar greinar verða nýtt sum dømi fyri at lýsa, hvussu vit avgera, um argumentini halda og/ella hava gildi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er 30 tímar og verður skipað sum fyrilestrar, venjingar, kjak.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (5 tímar).
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Vika 25
Freist fyri frámelding til próvtøku
leygardagur, 15. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen
Undirvísarar
Jógvan Dalbø Hansen
Aftur