6159 - Aðaltættir í búskaparfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Aðaltættir í búskaparfrøði
- Skeiðsnummar
- 6159.25
- Lestrarár
- 2025-2026
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.S.Sc. í stjórnmálafrøði
- Fortreytir
- Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki. Førleiki í enskum máli.
- Undirvísingarmál
- Undirvísingarmálið er føroyskt, og tilfarið føroyskt, enskt og skandinaviskt .
- Tilmelding
- Lesandi verða sjálvvirkandi meldaði til øll síni kravskeið. Lesandi lesandi ið taka hetta skeiðið sum valskeið, ella stakskeið, melda seg til umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo
- Byrjanardato
- mánadagur, 25. august 2025
- Endadato
- týsdagur, 16. desember 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at leiða inn til týðandi búskaparlig evni og hugtøk og geva tí lesandi eina breiða innleiðslu í búskaparliga hugsan.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skal tann lesandi verða førur fyri at: • Lýsa grundleggjandi búskaparfrøðilig hugtøk • Greiða frá grundleggjandi búskaparligum háttaløgum, ástøði og fortreytum tess • Nýta ástøðið og háttalagið í sambandi við búskaparligari grundgeving • Gjøgnumføra eina búskaparliga greining av eini ítøkiligari trupulleikaorðing við at nýta hugtøk og hattaløg í skeiðinum. • Meta um ein greining skal taka støði í einum stutttíðar- ella langtíðarmyndli
- Innihald
- Skeiðið fevnir um bæði mikrobúskaparfrøði og makrobúskaparfrøði, sum hava eins stóra vekt í skeiðinum. Niðanfyri er innihaldið flokkað í mikrobúskaparfrøði og makrobúskaparfrøði. Mikrobúskaparfrøði: Í hesum parti viðgera vit eina røð av búskaparligum aðaltættum, sum hava týdning fyri støðutakan hjá húsarhaldum, virkjum og almennum myndugleikum. Høvuðsdentur verður lagdur á hesi evnini: - Útboð og eftirspurningur (m.a. brúkarin, framleiðarin og marknaðareffisiensur). - Uppílegging í marknaðin (m.a. marknaðarbrek og eksternalitetir). - Marknaðarbygnaðir. Makrobúskaparfrøði: Í makrobúskaparfrøðini seta vit sjóneykuna á samlaða búskapin og viðgera m.a. samlaðu framleiðsluna í búskapinum, arbeiðsvirknið, rentustøðið, príshækkingar, o.s.f. Høvuðsdentur verður lagdur á hesi evnir: - Makrobúskaparlig lyklatøl. - Makrobúskaparfrøði í langa høpinum (t.d. framleiðsla, vøkstur, uppsparing, íløgur og fíggjargeirin). - Búskaparsveiggj í stutta høpinum (t.d. samlaður eftirspurningur og samlað útboð, pengapolitikkur og fíggjarpolitikkur). Altjóða handil.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar og holdundirvísing, har uppgávur verða gjøgnumgingnar. Lesandi loysa uppgávur hvør sær og í bólkum. Framløgur í bólkum ella einsæris. Møguliga eisini innlatingar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Fortreytin fyri at tann lesandi kann fara til próvtøku er at tann lesandi hevur hildið 2 framløgur og góðkend heimuppgáva á 2000 +/- 10% orð Próvtøkan er munnlig við 30 min fyrireiking. Endurpróvtøkuháttur: Góðkend heimauppgáva á 4000 + / - 10% orð (sum tó fellur burtur, um tann lesandi hevur staði framløgurnar og heimauppgávuna) Próvtøkan er munnlig roynd við 30 min fyrireiking.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- 20, 21, 22 og 23 jan 2026
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 25. august 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Johnny í Grótinum
- Undirvísarar
- Sjúrður Zachariasson