6170 - Kvalitativ háttaløg
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Kvalitativ háttaløg
Skeiðsnummar
6170.26
Lestrarár
2026-2027
ECTS
3,00
Stig
Ph.D.
Deildir
Útbúgvingar
Fortreytir
Ph.d.-lesandi og tey, sum hava ætlanir um ella eru farin undir at fyrireika eina ph.d.-verkætlan í samfelagsvísindum, heilsuvísindum, hugvísindum ella kvalitativa gransking í øðrum vísindagreinum. Lesandi skulu hava lokið masternám. Lesandi skulu skriva eina uppgávu við reflektiónum um brúk av kvalitativum háttaløgum í egnari granskingarverkætlan, áðrenn skeiðið byrjar.
Undirvísingarmál
Danskt
Tilmelding
Tilmelding umvegis lestrarskrivstovuna lss@setur.fo innan 21 august
Byrjanardato
týsdagur, 27. oktober 2026
Endadato
hósdagur, 29. oktober 2026
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at geva PhD-lesandi eina grundleggjandi og praksisgrundaða innleiðslu til kvalitativar granskingarhættir og at tey gerast før fyri at fremja sjálvstøðuga, kvalitativa gransking. Við eini samanseting av ástøðiligum tilfari og praktiskum uppgávum fáa luttakarar eina kritiska fatan av týdningarmestu kvalitativu hættunum. Serligur dentur verður lagdur á kvalitativa granskingarsamrøðu, luttakandi eygleiðingar, dømi um skapandi granskingarhættir og feltarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið kunnu lesandi: • Meta um og reflektera um kvalitativar arbeiðshættir, teirra nýtslu og søguligu grundgevingar, eins og nútíðar nýtslu. • Vísa innlit í og reflektera um samrøðuhandverkið gjøgnum praksis, hava fingið venjing við hesum og møguleika at reflektera um egnar royndir og førleikar. • Meta og reflektera um mest brúktu greiningarhættirnar til at greina kvalitativar granskingarsamrøður, og royndir við sjálv/ur at nýta hetta í mun til dømi úr egnari gransking. • Greiða frá og meta um, hvussu luttakandi eygleiðingar og feltarbeiði verða framd, og reflektera um týdning og nýtslu av luttakandi eygleiðingum og feltarbeiði. • Meta um og reflektera um dygdarkrøv fyri kvalitativari gransking og nýta hesar í egnari gransking. • Menna og reflektera um miðling av kvalitativari gransking • Kjakast um, reflektera um og nýta kvalitativar granskingarhættir og flætta hesar inn í egna granskingarverkætlan. • Reflektera um og kjakast um nýtsluna av kvalitativum arbeiðsháttum.
Innihald
Yvir tríggjar dagar verða lesandi vegleidd í at leggja til rættis og fremja innsavnan og greining av kvalitativum dáta. Fyrstu tveir dagarnar verður serligur dentur lagdur á praktisku og ástøðiligu síðurnar av samrøðu- og eygleiðingarhættum. Triðja dagin fáa lesandi innlit í ymiskar hættir at gera kvalitativa greining og nýggjar tilgongdir á økinum, millum annað strategiir at leggja fram og miðla kvalitativ úrslit. Skeiðið fevnir um hesi evni: • Innleiðsla til kvalitativa granskingarsamrøðu • Samrøðuvariatiónir og nýggjari tilgongdir til granskingarsamrøður • Greiningarhættir og lesing av kvalitativum granskingarsamrøðum • Greiningarhandverkið • Innleiðsla til dygdarkriteriir í kvalitativari gransking • Luttakandi eygleiðing og etnografiskt feltarbeiði við dømi um skapandi tilgongdir til kvalitativa gransking • Miðlan og frágreiðing av kvalitativum granskingararbeiði
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er skipað við fyrilestrum, kjaki og sum verkstovu við áherðslu á virkna nýtslu av egnum granskingarroyndum. Luttakarar skulu lata inn eina uppgávu við reflektiónum um kvalitativar hættir í egnum granskingarverkætlanum, áðrenn skeiðið byrjar. Kvalitativ gransking er eins nógv eitt handverk sum ein akademisk grein. Tí er skeiðið lagað til at fremja læru gjøgnum royndir. Fyrrapartar verða fyrilestrar og venjingar, meðan seinnapartarnir verða settir av til bólkaarbeiði, ið luttakarar sjálvir stýra fyri at eggja til samstarv, reflektión, og íverksetan av dagsins innihaldi.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Ein síða reflektiónsuppgáva íroknað verkætlanarlýsing skal latast inn saman við umsókn um skeiðsluttøku, virkin luttøka (100% uppmøting, luttaku í bólkaarbeiði á skeiðinum).
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Lesandi stendur skeiðið við aktivari luttøku allar skeiðsdagarnar
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 27. oktober 2026
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Erika Anne Hayfield
Undirvísarar
Erika Anne Hayfield
Aftur