6303 - Diplomritgerð á masterstigi
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Diplomritgerð á masterstigi
Skeiðsnummar
6303.21
Lestrarár
2022-2023
ECTS
15,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Master í leiðslu og skipan
Fortreytir
Bachelorútbúgving.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, skandinaviskum og føroyskum. Vegleiðing, verkstovur, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. hálvári í Master í leiðslu og skipan eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
3. februar 2023
Endadato
1. juni 2023
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið er, at tey lesandi megna at skriva eina spurdómsstýrda uppgávu, sum viðger eitt sjálvvalt evni; viðgerðin skal taka støði í lærdómi í undanfarnum modulum. Uppgávan skal vísa, at tann lesandi megnar at samanflætta ástøði, háttalag og kritiska viðgerð.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at:  Nýta útvald leiðsluhugtøk, leiðsluástøði og háttaløg til at arbeiða við egnu verkætlan.  Vísa í verki eginleikar at taka kvalifiseraði og kritisk val av ástøði og háttalagi viðvíkjandi spurdómi og etiskum umhugsni í sambandi við viðgerð av dátum.  Meta um leiðslufakligar bøkur og vísindaligar greinar, sum eru viðkomandi fyri spurdómin.  Skipa egið arbeiði og úrslit í eina samanhangandi ritgerð og á hesum grundarlagi koma fram til viðkomandi og grundaðar niðurstøður og frásjónir.  Greina samspæl millum organisatorisk viðurskifti og leiðslu Miðla gransking og granskingargrundaða vitan um leiðslu, bæði munnliga og skrivliga.
Innihald
Tann lesandi verður undirvístur í, hvussu ein spurdómsstýrd uppgáva á vísindaligum stigi verður skrivað. Serliga verður dentur lagdur á granskingardesign 1: t.e. at orða ein spurdóm, savna inn empiri, greina við ástøði og kritiskari vísindaástøðiligari viðgerð.
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing, einstaklingavegleiðing og sjálvstøðugt arbeiði. Undirvísing verður skipað sum fyrilestur og verkstovur í trimum undirvísingargongdum, sum hvør er 2 dagar (fríggja- og leygardagar). Lesandi fáa møguleikan at leggja fram sína spurdómsorðing, ástøðisbrot, háttalag og vísindaástøði, sum verða viðgjørd og kjakast um (javnbjóðis og afturboðan frá undirvísarum). Hetta verður gjørt í bólkum og saman. Umfram sjálva undirvísingina, verður einstaklingavegleiðing veitt eftir tørvi, tó í mesta lagi 5 tímar.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Diplomritgerðin verður skrivað einsæris, ella í bólki við í mesta lagi trimum lesandi. Skrivliga avrikið skal verjast munnliga. Fyri at sleppa til endaliga próvtøku, skal ein skrivlig miðvegispróvtøka og framløga av hesum standast. Próvtøkan snýr seg um at framleiða eitt granskingardesign, ið skal brúkast í sambandi við endaligu ritgerðina. Próvdømingin er innanhýsis og mett staðið/ikki staðið. Endaliga próvtøkan er munnlig verja við støði ritgerðini. Longdin á ritgerðini er fyri:  Ein lesandi: 15.750 orð (+/- 10%)  Tvey lesandi: 20.250 orð (+/- 10%) Trý lesandi: 25.000 orð (+/- 10%)
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga verjan av diplomritgerðini er sett til viku 25 í 2023.
Freist fyri frámelding til próvtøku
17. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Kalpana Vijayavarathan-R
Undirvísarar
Súsanna Olsen
Aftur