6304 - Búskaparstýring fyri leiðarar
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Búskaparstýring fyri leiðarar
Skeiðsnummar
6304.21
Lestrarár
2024-2025
ECTS
5,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Master í leiðslu og skipan
Fortreytir
Bachelorútbúgving.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 1. parti av Master í leiðslu og skipan eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
23. august 2024
Endadato
21. september 2024
Fakligt innihald
Endamál
At tann lesandi ognar sær vitan og skil fyri ástøðum, hugtøkum og háttaløgum, sum verða brúkt í sambandi við búskaparstýring. Eisini skulu tey læra at savna inn og viðgera búskaparligar dátur og at miðla hetta í sambandi við leiðslu í verki.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Samskifta um búskaparstýring á ein fakligan undirbygdan máta til viðkomandi málbólkar. • Meta um viðkomandi leiðslufrágreiðing og val av fíggjarstýringaramboðum til at røkka ásettum málum. • Greiða frá, hvussu roknskapur skal lesast og skiljast • Greiða frá týðandi búskaparligum hugtøkum, herundir hvussu roknskapurin verður til, ávirkaður og brúktur. • Seta viðkomandi lyklatøl upp til roknskapargreining. • Eyðmerkja rák og frávik í roknskapartilfari Greiða frá og meta um, hvørji fíggjarstýringaramboð og/ella átøk eru hóskandi til at bøta um mannagongdir og botnlinju/búskett.
Innihald
Høvuðsevnir: 1. Karmarnir um búskaparstýring og frágreiðing, herundir viðgerð av, hvørjar avbjóðingar hetta gevur leiðarum í gerandisdegnum. 2. Effektivitetur og produktivitetur – hvussu kunnu vit máta, bøta um og verkseta. 3. Hættir til fíggjarstýring. Hvat er at velja ímillum? Hvat skulu vit í øllum førum brúka? 4. Hvussu brúka vit tilfeingi rætt? Innlit í, hvussu virksemi krevur tilfeingisnýtslu, og hvussu vit kunnu bøta um hetta, eitt nú við at kortleggja mannagongdirnar. 5. Búskettlegging og uppfylging. Hvussu tryggja vit, at tað heldur? 6. Málseting og framskriving við undirbygdum amboðum. 7. Fíggjarfrásagnir við røttum lyklatølum og viðkomandi viðmerkingum. Váðastýring viðvíkjandi rakstri og verkætlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Stuttir fyrilestrar, kjak, venjingar, case-uppgávur, heimauppgávur og sjálvlestur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan verður munnlig og við fyrireikingartíð. Munnliga próvtøkan varir 25 minuttir. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, og atgongd er til alt tilfar undantikið net og fartelefon.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Munnliga próvtøkan verður tann 29. og 30. september, 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
23. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Johnny í Grótinum
Undirvísarar
Aftur