6308 - Vísindaástøði og háttalag 2
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Vísindaástøði og háttalag 2
- Skeiðsnummar
- 6308.21
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 5,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- M.A. í søgu, M.S.Sc. í samfelagsvísindum, M.S.Sc. í politikki og umsiting
- Fortreytir
- Tey lesandi skulu hava staðið skeiðið “Vísindaástøði og háttalag 1” (áðrenn 2021 “Metodologi 1”) á Master í politikki og umsiting, samfelagsvísindi og søgu.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Seminar, bólkarbeiði, einstaklingsuppgávur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarhálvu í M.A. í søgu, M.S.Sc. í politikki og umsiting og M.S.Sc. í samfelagsvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- 19. desember 2022
- Endadato
- 27. januar 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at lesandi menna førleikan at brúka vísindaástøði, háttalag og kanningarsnið í mun til ein spurdóm, áðrenn tey skulu skriva høvuðsritgerð.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: :: • greiða frá og reflektera um ymiskar vísindaástøðiligar tilgongdir í mun til ein spurdóm • eyðkenna fyrimunir og vansar við ymiskum háttaløgum í mun til ein spurdóm • meta um hóskandi kanningarsnið í mun til ein orðaðan spurdóm • eftirmeta kritiskt egið kanningarsnið og vísindaligan framferðarhátt í mun til ein spurdóm.
- Innihald
- Skeiðið leggur dent á vitan um vísindaástøði, háttalag og kanningarsnið í samband við høvuðsritgerðina. Skeiðið leggur eisini dent á førleikan at orða spurdóm og gera kanningarsnið við støði í høvuðsritgerðini. Í vísindaástøðiliga partinum verður dentur lagdur á tilgongdir við ymiskum ontologiskum og epistemologiskum útgangsstøði. Eisini leggur skeiðið dent á vitan um historiografi og keldukritikk. Í mun til kanningarsnið verður dentur lagdur á førleikan at eyðmerkja granskingareindir og taka atlit til ymisk metodisk hugtøk og krøv. Í mun til háttalag snýr skeiðið seg um ymiskar hættir at savna saman data í mun til ein spurdóm í eini høvuðsritgerð. Skeiðið er eitt framhald av skeiðnum ”Vísindástøði og háttalag I” og útgreinar ymiskar tættir, sum eru neyðugir, tá høvuðsritgerðin skal skrivast.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið er grundað á bæði seminarvirksemi, bólkaarbeiði og individuelt arbeiði.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig heimauppgáva á 3-5.000 orð.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga heimauppgávan verður latin inn 1. februar 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 2. januar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Heini í Skorini
- Undirvísarar
- Heini í Skorini