6316 - Sannlíkindarokning og hagfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Sannlíkindarokning og hagfrøði
- Skeiðsnummar
- 6316.22
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- M.S.Sc. í politikki og umsiting, M.S.Sc. í samfelagsvísindum, M.A. í søgu
- Fortreytir
- Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Førleiki frá Støddfrøði 1 og Støddfrøði 2 ella javnlíkum skeiðum er ikki fortreyt, men avgjørdur fyrimunur.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubókin er á enskum, og annað undirvísingartilfar er á føroyskum, enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, uppgávur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu á Master í politikki og umsiting, Master í samfelagsvísindum, Master í søgu og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 1. februar 2023
- Endadato
- 1. juni 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er, at tann lesandi fær grundleggjandi vitan um og førleikar í sannlíkindarokning og hagfrøði til brúks í økonometri og framhaldslestri í búskaparfrøði.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera førur fyri at lýsa og brúka: - Numerisk og grafisk amboð til at lýsa empirisk býtismát. - “Law of Large Numbers” og “Central Limit Theorem”. - Sannlíkindaástøðilig teroretisk/matematiskt defineraði hugtøk - herundir: - Sannlíkindi; teirra millum samtíðar-, marginal- og treytað-sannlíkindi, - Stokastiskir variablar og ummyndan av stokastiskum variablum, - Sannlíkandabýti, - Sannlíkindafunktión, - Tættleikafunktión, - Óheftni millum stokastiskar variablar, - Miðalvirði og treytað miðalvirði, - Variansur og samvariansur. - Útvald sannlíkindabýti herundir: - Bernoulli-, Binomial-, Poisson-, Multinomialt-, Geometriskt-, Javn-, normal-, Chi-í-øðrum-, og Eksponential-býtið. - Týdningarmikil hagfrøðilig hugtøk - herundir: - Óheftir og samlíkt (identiskt) býttir stokastiskir variablar, - Konsistensur og asymptotiskt normalbýti, - Tilgerð av álitismørkum (konfidensintervallum) og hypotesuroyndum, írokna uppseting av hypotesum og teststøddum - Aðalreglur fyri myndla-eftirkanning, eftirkanning av býtisfortreytum og eftirkanning av skeivleikum í myndlaforskrift.
- Innihald
- Í fyrra parti av skeiðinum er frálæra í grundleggjandi sannlíkindaástøði. Innleiðsla verður givin í hugtøk so sum sannlíkindi, stokastiskar variablar, sannlíkindabýti og transformasjón av stokastiskum variablum, og lesandi læra, hvussu stokastiskir variablar verða lýstir við sannlíkindabýti, bæði tá talan er um einstakan variabul og tá talan er um fleiri variablar. Dømi verða gjøgnumgingin um mest brúktu sannlíkindabýtini, og um hvussu hesi kunnu sermerkjast við býtismátum sum miðalvirði og variansi. Í viðgerðini av fleirvariabul sannlíkindabýtum verður innleiðsla givin í hugtøkini treytað sannlíkindabýti og hagfrøðiligt óheftni. Seinni partur av skeiðinum er ein innleiðsla í hagfrøðiliga greining av data og amboð til at gera niðurstøður grunda á greiningarnar. Hagfrøðilig greining av data umfatar val av hagfrøðiligum myndli til at lýsa eitt givið datatilfar, hagfrøðilig meting av parametrunum, roynd av hypotesum um parametrarnar, umframt eftirkannan av fortreytunum undir hagfrøðiliga myndlinum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Námssetningurin verður gjøgnumgingin í fyrilestrunum og venjingartímum. Í venjingartímunum leggja tey lesandi fram loysnir upp á útlutaðar uppgávur í námssetninginum.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- 3 tímar skrivlig próvtøka, sum telur 50 % av samlaða próvtalinum. Undir próvtøkuni, hevur tann lesandi loyvi til at brúka alt undirvísingartilfar- og amboð, men skal ikki hava atgongd til internetið. Umframt hetta verður ein bundin, skrivlig heimauppgáva, sum telur onnur 50 % av samlaða próvtalinum. Treytin fyri at sleppa til próvtøku er, at tann lesandi hevur staðið í minsta lagi tvær innlatingar.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga heimauppgávan verður latin inn 8. mai 2023, og skrivliga próvtøkan er sett til 12. juni 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 15. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
- Undirvísarar
- Heri Joensen