6317 - Organisatiónsgreining
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Organisatiónsgreining
- Skeiðsnummar
- 6317.23
- Lestrarár
- 2022-2023
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum
- Fortreytir
- Staðið miðnám er ein treyt. Fakið er lagt til rættis eftir BA-útbúgvingini í búskaparfrøði, men fakið er eisini egnað fyri lesandi á samfelagsligum útbúgvingum.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á enskum, føroyskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, venjingar o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.S.Sc. í politikki og umsiting, B.S.Sc. í samfelagsvísindum og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- 30. januar 2023
- Endadato
- 24. mai 2023
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til sjálvstøðugt at vera før fyri at lesa litteraturin innanfyri organisatións-gransking og sjálvstøðugt at brúka hugtøk, metodur og hugsunarhátt í greiningum av organisatiónum og organisatoriskum avbjóðingum/møguleikum.
- Læruúrtøka
- Tann lesandi skal eftir lokið skeið vera førur fyri at greina, hvussu leiðara, starvsfólk og umhvørvið uppliva, tulka og interagera í einari ella fleiri organisatiónum. Tann lesandi skal tískil vera førur fyri sjálvstøðugt at: • Framføra og diskutera ástøðilig sjónarhorn um, hvat ein organisatión er, og hví organisatiónir eksistera. • Greina og diskutera fyrimunir/vansar við teimum resoursum og amboðum, sum organisatiónir og starvsfólk brúka. • Greina, hvussu organisatiónir verða ávirkaðar av, og tillaga seg eftir, umhvørvinum, sum tær eru í. • Brúka relevant tilfar frá pensum til at skilja og greiða frá avbjóðingum, internum og eksternum, í organisatiónum og í samband við organisering. Hervið skal tann lesandi verða førur fyri veita ráð um og leiðbeining til, hvussu avbjóðingarnar kunnu handfarast á bestan hátt. • Gera kritiska meting av, hvussu ástøði og hugtøk frá pensum er relevant í konkretum støðum.
- Innihald
- Fakið hevur fokus á, hvussu organisatiónir (arbeiðspláss) virka. Tann lesandi fær innføring í eina røð av organisatiónsástøðum, hugtøkum og metodu, sum geva lesandi førleikar at greina og diskutera, hvat ein organisatión er, hvussu hon virkar og hvat fyri avbjóðingar/møguleikar ein organisatión hevur. Fakið gevur hervið lesandi innleiðslu í og fatan av, hvussu mannagongdir, strukturar, makt, vanar o.s.fr. virka í organisatoriskum samanhangi, sum eisini er ein partur av samfelagnum. Fakið er bygt á trý grundleggjandi evnir: 1. Hvussu hevur menningin av organisatiónsástøðum verið gjøgnum tíðina, og hví eru ein partur av okkara gerandisdag? 2. Hvørjar ressoursur eru týdningarmiklasta input hjá organisatiónum? 3. Hvørji instrument verða brúkt/útnyttaði í organisatoriskum Relatiónum? Saman við ástøðini gevur fakið lesandi eitt innlit í ymiskum metodum, tá arbeitt verður við at greina organisatiónir.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Ástøði og hugtøk frá pensum verða gjøgnumgingin í fyrilestrunum og konkretiseraði í venjingartímum. Í venjingartímunum arbeiða tey lesandi við uppgávum, sum byggja á case-tilfar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig framløga við útgangsstøði í einari tíðar- og evnisbundnari heimauppgávu à 15 síður.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Heimauppgávan verður latin inn 19. mai 2023, og munnliga framløgan er sett til 19. juni 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 13. februar 2023
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Herit Vivi Bentsdóttir Albinus
- Undirvísarar
- Anna Maria Ellingsgaard