6320 - Antropologi
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Antropologi
Skeiðsnummar
6320.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í søgu, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.S.Sc. í stjórnmálafrøði
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í B.S.Sc. í samfelagsvísindum og B.A. í søgu eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
26. august 2024
Endadato
2. november 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi eina holla fatan av antropologi sum vísindagrein í samfelagsvísindum við serligum denti á ástøði, háttalag og vísindaligt kjak í sosialantropologi í okkara tíð.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • greiða frá týðandi antropologiskum ástøðum og grundhugtøkum • meta um frágreiðingarmegina í týðandi antropologiskum ástøðum • greiða frá og meta um antropologisk hugtøk og ástøði í sambandi við lýsing og greining av samfelagsligum evnum • Meta um nýtslu av/greiða frá/lýsa antropologisk háttaløg og antropologiskar hugsanarhættir í samfelagsvísindaligum verkætlanum
Innihald
 Antropologisk grundhugtøk sum t.d. mentan, persónur, virði, samleiki og vald  Søguliga menningin av antropologiini sum fak  Klassisk og nýggjari antropologisk ástøði  Evnini sett inn í ein føroyskan og altjóða samanhang  Etnografisk og antropologisk háttaløg og granskingarsiðvenjur
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við fyrilestrum, framløgum, orðaskifti, bólkaarbeiði og sjálvlestri.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva einsæris
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til 8. november 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Firouz Gaini
Undirvísarar
Vár Eydnudóttir, Sonja Jacoba Jógvansdóttir
Aftur