6321 - Sosiologi
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Sosiologi
- Skeiðsnummar
- 6321.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu
- Fortreytir
- Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 1. lestrarhálvu í B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.S.Sc. í samfelagsvísindum og B.A. í søgu eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 26. august 2024
- Endadato
- 12. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið er at geva lesandi eina grundleggjandi fatan av sosiologi sum vísindagrein, hetta við denti á evni, hugtøk, ástøði og háttalag. Tey lesandi skulu læra at brúka hugtøk og ástøði at viðgera og greina samfelagsvísindalig evni úr einum sosiologiskum sjónarhorni.
- Læruúrtøka
- Lesandi skulu vísa at tey: • Duga at endurgeva og greiða frá menningini av sosiologi sum fak. • Kenna sosiologisk grundhugtøk og duga at greiða frá týðandi sosiologiskum ástøðum. • Duga kritiskt at meta um frágreiðingarmegina í hesum ástøðunum • Duga at brúka sosiologisku hugtøkini og ástøðini til at gera eina sjálvstøðuga lýsing og greining av samfelagsligum evnum. • Eru før fyri at brúka sosiologisk háttaløg og sosiologiskar hugsanarhættir í samfelagsvísindaligum verkætlanum.
- Innihald
- Skeiðið fevnir um klassisk og nýggjari ástøði í sosiologi. Ástøði og frágreiðingar um t.d. vælferð, stættir og fátækradømi, umframt familju, kyn, umhvørvi og búskap. Eisini verður arbeitt við sosialum rørslum, fólkaflytingum, trúarlívi, heilsu, o.s.fr. Evnini verða so vítt møguligt sett inn í ein føroyskan samanhang og lýst við føroyskum dømum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin telur uml. 35 tímar. Undirvísingin verður skipað við fyrilestrum, framløgum, orðaskifti, og smáum venjingum. Tey lesandi skulu haraftrat lata inn stuttar skrivligar uppgávur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- 4 tíma skrivlig próvtøka, har øll hjálparamboð eru loyvd. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at hin lesandi hevur fingið góðkent tvær skrivligar uppgávur.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til week 51
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Olga Biskopstø
- Undirvísarar
- Olga Biskopstø, Sigri Mitra Gaïni