6325 - Fyrireikandi skeið til masterritgerð
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Fyrireikandi skeið til masterritgerð
Skeiðsnummar
6325.23
Lestrarár
2024-2025
ECTS
5,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
M.A. í søgu, M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava staðið skeiðið “Vísindaástøði og háttalag 1” (áðrenn 2021 “Metodologi 1”) ella hava samsvarandi førleika.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarhálvu í M.S.Sc. í politikki og umsiting og M.A. í søgu eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
Byrjanardato
29. desember 2024
Endadato
15. januar 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi menna førleikan at brúka vísindaástøði, háttalag og kanningarsnið í mun til ein spurdóm, áðrenn tey skulu skriva høvuðsritgerð
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • greiða frá og reflektera um ymiskar vísindaástøðiligar tilgongdir í mun til ein spurdóm • eyðkenna fyrimunir og vansar við ymiskum háttaløgum í mun til ein spurdóm • meta um hóskandi kanningarsnið í mun til ein orðaðan spurdóm • eftirmeta kritiskt egið kanningarsnið og vísindaligan framferðarhátt í mun til ein spurdóm
Innihald
Skeiðið leggur dent á vitan um vísindaástøði, háttalag og kanningarsnið í samband við høvuðsritgerðina. Skeiðið leggur eisini dent á førleikan at orða spurdóm og gera kanningarsnið við støði í høvuðsritgerðini. Í vísindaástøðiliga partinum verður dentur lagdur á tilgongdir við ymiskum ontologiskum og epistemologiskum útgangsstøði. Eisini leggur skeiðið dent á vitan um historiografi og keldukritikk. Í mun til kanningarsnið verður dentur lagdur á førleikan at eyðmerkja granskingareindir og taka atlit til ymisk metodisk hugtøk og krøv. Í mun til háttalag snýr skeiðið seg um ymiskar hættir at savna saman data í mun til ein spurdóm í eini høvuðsritgerð. Skeiðið er eitt framhald av skeiðnum ”Vísindástøði og háttalag I” og útgreinar ymiskar tættir, sum eru neyðugir, tá høvuðsritgerðin skal skrivast.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er grundað á bæði seminarvirksemi, bólkaarbeiði og individuelt arbeiði.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig heimauppgáva á 3-5.000 orð
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga uppgávan verður latin inn 20. januar 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
29. desember 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Erling Isholm
Undirvísarar
Heini í Skorini, Andras Marni Mortensen
Aftur