6328 - Smátjóðir og altjóða Politikkur
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Smátjóðir og altjóða Politikkur
- Skeiðsnummar
- 6328.24
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði, M.A. í søgu
- Fortreytir
- BA-stig í samfelagsvísindi / stjórnmálafrøði (ella samsvarandi førleikar)
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á Føroyskum og enskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu í M.S.Sc. í samfelagsvísundum og stjórnmálafrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað. Lesandi á aðru lestrarhálvu í M.A. í søgu og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu og Samfelagsdeildini.
- Byrjanardato
- týsdagur, 30. januar 2024
- Endadato
- týsdagur, 30. apríl 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at veita lesandi yvirlit yvir teoretiska og empiriska gransking um avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum og ikki-suverenum eindum í altjóða politikki og altjóða viðurskiftum. Við Føroyum sum empiriskum útgangsstøði er endamálið at geva lesandi analytisk og vísindalig amboð til at greina og tulka avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum í 21. øld og at skilja søguliga bakgrund fyri aktuellum viðurskiftum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er liðugt, skulu lesandi vera før fyri at: - Lýsa avbjóðingar og møguleikar hjá smátjóðum og ikki-statsligum eindum í altjóða politikki - Greiða frá sentralum teoretiskum hugtøkum og rákum í altjóða politikki og leiklutin hjá smátjóðum og smáum aktørum ígjøgnum hesar teoriir - Greina nær og hví smátjóðir trívast og vaksa í altjóða skipanini - Tulka hvørji atferðarmynstur eru tengd at smátjóðum, og hví smátjóðir bera seg at, sum tær gera - Eyðmerkja diplomatiskar strategiir hjá smátjóðum og ikki-suverenum aktørum í samráðingum og fyri at ávirka altjóða politikk - Brúka teoretisk hugtøk í greiningum av støðum og evnum frá tí politiska veruleikanum
- Innihald
- Innihaldið í hesum skeiðnum viðger leiklutin hjá smátjóðum og ikki-suverenum eindum í altjóða politikki, og skeiðið viðger soljóðandi spurningar: Hvat er ein lítil statur ella ein ikki-suveren politisk eind? Hava stór lond, smá lond og ikki-suveren lond ymiska atferð og avbjóðingar? Hvørja ávirkan hava smá lond og ikki-suverenar eindir í altjóða samfelagnum? Við støði í smátjóðum veitir skeiðið teoretisk amboð at greina hesar spurningar, og við Føroyum sum empiriskum útgangsstøði greinar skeiðið møguleikar og avmarkingar hjá smátjóðum og ikki-suverenum eindum í 21. øld.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, kjak, framløgur hjá lesandi, vitjanir til viðkomandi almennar stovnar og privatar fyritøkur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig heimauppgáva í tveimum. Báðar uppgávur telja helvtina av samlaða próvtalinum. Fyri at kunna lata inn seinnu uppgávuna skal hin lesandi standa fyrru uppgávuna. Um ein lesandi ikki stendur skeiðið, skal hann/hon lata inn báðar uppgávurnar til endurpróvtøkuna.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til 21. mai 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 13. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Heini í Skorini
- Undirvísarar
- Robert Joseph Imre, Heini í Skorini