6329 - Demokrati, valskipanir og veljaraatferð
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Demokrati, valskipanir og veljaraatferð
Skeiðsnummar
6329.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
B.A. í søgu, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.S.Sc. í politikki og umsiting
Fortreytir
Miðnám, ella tilsvarandi førleikar.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 4. lestrarhálvu í B.S.Sc. í stjórnmálafrøði, B.S.Sc. í samfelagsvísindum, B.A. í søgu og stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini.
Byrjanardato
29. januar 2024
Endadato
27. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
At tann lesandi fær eina gjølliga fatan av demokrati sum ástøði, hugtaki og fyribrigdi, og hvussu hetta virkar í praksis.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi verða før/ur fyri at: • Greiða frá, hvat demokrati sum stýrisskipan er, og hvar tað hevur sín uppruna. • Lýsa ymisku fatanirnar av demokratii, ið eru viðgjørdar á skeiðnum, og meta um teirra styrki og veikleikar. • Greina, hvussu demokrati virkar við støði í vitan um myndlar og ástøði um demokratiskar skipanir og stovnar. • Greiða frá leiklutinum hjá politiskum leikarum í einari demokratiskari skipan. • Meta um og samanbera valskipanir, og at hava eina ástøðiliga tilgongd til veljaraatferð. • Meta um viðkomandi demokratiskar spurningar í nútíðarsamfelagnum á ein tilvitaðan og grundaðan hátt, og at kunna greina valúrslit og umboðan.
Innihald
Á hesum skeiði fara vit at viðgera, hvat demokrati er fyri eitt fyribrigdi, hvar tað kemur frá, og hvussu demokrati verður fatað í dag. Vit fara aftur í gamla Grikkaland har demokratiið tók seg upp og viðgera, hvussu fatanin av demokratii hevur broytt seg gjøgnum tíðina. Dentur verður lagdur á ymisku fatanirnar av demokratii (t.d. liberalt-, konstitutionelt-, republikanskt-, og deliberativt demokrati), ástøði og myndlar um demokrati, og hvussu demokratiskar institutiónir virka í praksis.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er 30 tímar og verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði og framløgur hjá lesandi.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka (5 tímar).
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til 13. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
12. februar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen
Undirvísarar
Jógvan Dalbø Hansen, Sonja Jacoba Jógvansdóttir
Aftur