6335 - Vísindaástøði og háttalag á master
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Vísindaástøði og háttalag á master
- Skeiðsnummar
- 6335.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Søgu- og samfelagsdeildin
- Útbúgvingar
- M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði, M.A. í søgu
- Fortreytir
- Bachelor í søgu, samfelagsvísindum, politikki og umsiting ella samsvarandi útbúgving
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 1. lestrarhálvu á M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði og M.A. í søgu eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis Lestrarskrivstovuni við at senda teldupost til lss@setur.fo
- Byrjanardato
- 26. august 2024
- Endadato
- 15. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er at geva lesandi innlit í ymiskar vísindaástøðiligar fatanir, krøv til kanningarsnið og vitan um, hvussu ymisk háttalagsamboð kunnu nýtast í gransking.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skal tann lesandi vera før/ur fyri at: • Greiða frá og reflektera um ymiskar vísindaástøðiligar fatanir • Eyðmerkja styrkir og avmarkingar við ymiskum háttalagsamboðum • Gera eitt hóskandi kanningarsnið til ávísan spurdóm • Reflektera um egið kanningarsnið og vísindaligan framferðarhátt
- Innihald
- Skeiðið leggur dent á vitan um vísindaástøði og førleika at gera kanningarsnið til ávísan spurdóm við hóskandi útvaldum háttalagsamboðum. Í vísindaástøði verður dentur lagdur á fatanir við ymiskum ontologiskum og epistemologiskum útgangsstøði. Eisini leggur skeiðið dent á vitan um historiografi og keldukritikk. Skeiðið leggur eisini dent á at veita breidd í vitan um háttalagsamboð og fevnir um ymiskar arbeiðshættir, m.a. kvalitativt háttalag, kvantitativt háttalag, at gera samrøður, meginreglur fyri søguskriving, diskursanalysu og at gera spurnarkanning.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið er grundað á eina samanseting av fyrilestrum, seminarvirksemi og bólkaarbeiði.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig einstaklingauppgáva upp á 4000 orð
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Uppgávuorðingin verður útflýggjað 2. desember 2024, og skrivliga heimauppgávan verður latin inn 9. desember 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 26. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hans Andrias Sølvará
- Undirvísarar
- Erika Anne Hayfield, Heini í Skorini, Hans Andrias Sølvará