6340 - Broytingarleiðsla
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Broytingarleiðsla
Skeiðsnummar
6340.24
Lestrarár
2023-2024
ECTS
5,00
Stig
Master
Deildir
Søgu- og samfelagsdeildin
Útbúgvingar
Master í leiðslu og skipan
Fortreytir
Bachelorútbúgving
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum og donskum. Undirvísingartilfar er á donskum og enskum.
Tilmelding
Lesandi á Master í leiðslu og skipan eru sjálvvirkandi tilmeldað. Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Søgu- og samfelagsdeildini við at senda ein teldupost til SSD@setur.fo.
Byrjanardato
3. mai 2024
Endadato
25. mai 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tann lesandi yvirskipað skal skilja ymisku tættirnar, sum leiðslan í almennum- eins og privatum organisatiónum skal taka sær av, í samband við broytingarleiðslu. T.v.s. skilja ástøðiliga og í verki, hvussu broytingarleiðsla, ávirkar eina organisatión og starvsfólkahópin, og hvønn leiklut leiðarin hevur í hesum høpi.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi verða førur fyri at: • Nýta gransking og vitan um broytingarleiðslu til greining av eini organisatión, umframt at meta um hvørjar leiðsludygdir eru neyðugar í hesum sambandi. • Greiða frá, greina og meta um týdningin av meiningsskapan, samskifti og sosialum sambondum í organisatiónum, tá talan er um broytingarleiðslu • Lýsa og greiða frá hvørja ávirkan kompleksitetur í dagsins seinmodernaða samfelagi hevur á almennar stovnar og privatar fyritøkur, soleiðis at broytingarleiðsla er neyðug • Lýsa og greiða frá ymiskum broytingarleiðslu- ástøðum og myndlum og hvussu hetta kann brúkast í verki • Kritiskt reflektera yvir og gera brúk av leiðsluástøði og gransking, um hvussu ein leiðir starvsfólk í mun til eina broytingartilgongd
Innihald
• Klassisk og nútímans ástøði og gransking um broytingartilgongdir • Mótstøða og konflikt í samband við broytingar • Volatility, Uncertainty, Complexity og Ambiguity (VUCA) • Liniærar og sirkulerar broytingarmyndlar • Broyting vegna: o fusiónir, ella samanleggingar o bygnaðarbroytingar o fakliga menning o nýggja tøkni, kunningartøkni o nýggj lógarkrøv, t.d. umhvørvisátøk og burðardygd o rationalisering o nýggj faklig markamót
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, kjak, praksisuppgávur so sum eygleiðingar, kortleggingar, strategiformuleringar í egnari organisatión, framløgur frá lesandi og sjálvlestur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka á 30 min. Fyrst er ein framløga á 20 min. Í hesi framløgu skal týðuliga koma fram hvat tann lesandi hevur lært um broytingarleiðslu og hvussu hendan læring og vitan sæst aftur í verki í egnari organisatión og leiðslustarvi. Tikið verður saman um próvtøkuna við einum ófyrireikaðum fakligum dialogi (ca. 8-10 min.).
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga uppgávan verður latin inn 31. mai 2024. Próvtøkan er sett til 6. juni 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
3. mai 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Súsanna Olsen
Undirvísarar
Súsanna Olsen
Aftur