6510 - Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla I
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla I
- Skeiðsnummar
- 6510.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Ongar
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Lærubøkurnar eru á donskum, og annað undirvísingartilfar er á donskum og føroyskum. Bólkarbeiði, framløgur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini við at senda ein teldupost til NAD@setur.fo.
- Byrjanardato
- 27. august 2024
- Endadato
- 1. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi nema sær fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundarlag fyri virkseminum í skiftinum frá barnagarð í skúla og frítíðarskúla. Tey skula fáa innlit í arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum.
- Læruúrtøka
- Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • Kritiskt lýsa, hvat eyðkennir skiftið frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla sum granskingarøki við støði í lógargrundarlagnum á økinum. • Greina hvussu børn verða myndað, mentað og sosialiserað við atlit til ymisk skiftið tey fara ígjøgnum og við høvuðsdenti á skifti frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla. • Innganga í og skipa fyri samstarvsgongdum við onnur og kunna greina ymiskar samstarvshættir, hvussu hugburður, arbeiðshættir og ábyrgdir hjá tí einstaka námsfrøðinginum/læraranum ávirkar menningarmøguleikar, lærumøguleikar og trivnaðarmøguleikar hjá børnum. • Fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta skiftisnámsfrøðiligar lærutilgongdir við støði í yrkisføri, spæli, estetikki, skapanarevnum og innovatión. · Samantvinna og reflektera um námsfrøðiligu evnini og ábyrgdirnar í praksis, við einum ástøðiligum grundarlagi, ið setir trivna, læring og menning í miðdepilin.
- Innihald
- • Dagstovnalógin / fólkaskúlalógin, forskúlakunngerðin og námsfrøðilig stevnumið • Skiftið millum dagstovn og skúla/frítíðarskúla • Skiftisnámsfrøði - brúgvabygging og skiftislutir • Søguforteljing • Skapandi námsfrøðilig heimspeki • Estetiskar lærutilgongdir og spæl • Myndan og menning • Sosialisering og trivnaður • Spæl og læring • Læru- og spæliumhvørvið • Samstarv og samstarvshættir. • Foreldrasamstarv • Ábyrgdin hjá námsfrøðingum innan skúlabúgving og innskúling
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, einstaklinga- og luttakandi og reflekterandi bólka - arbeiði/uppgávur, verkstaðar arbeiði. Vitjanir, bólka framløgur, vegleiðingar, og eftirmetingar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn tann 1. november, 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sonja Olsen
- Undirvísarar
- Sonja Olsen