6514 - Kreativ námsfrøði I
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Kreativ námsfrøði I
- Skeiðsnummar
- 6514.22
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Ongar
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum og føroyskum. Bólkarbeiði, framløgur, uppgávur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarári í B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini.
- Byrjanardato
- 30. januar 2024
- Endadato
- 21. mars 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær vitan og førleikar innan kreativt virksemi fyri ymiskar málbólkar á námsfrøðiliga økinum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi vera førur fyri at: • Lýsa og greina ástøði á hægri stigi innan estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet og skapandi virksemi, harímillum Storyline. • Duga at skilja ímillum og brúka ymiskt tilfar og amboð, so tey eru før fyri at seta í verk skapandi arbeiði, sum stuðlar uppundir námsfrøðiligu stevnumiðini fyri dagstovnaøkið. • greina og samskifta um, hvussu kreativt virksemi kann stimbra menningina hjá einstaklingum og bólkum. • Taka støðu til burðardygd í samband við kreativt, námsfrøðiligt arbeiði, harundir place-based learning.
- Innihald
- • Ástøði um meistaralæru, storyline, estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet, narrativitet, og samspælið í sosialum umhvørvi • Storyline verkætlan • Tilfarslæra, amboðslæra og litlæra • Kreativir arbeiðshættir • Ítøkiligt kreativt virksemi • Place-based learning
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir, munnligar og skrivligar uppgávur, framløgur, sjálvlestur, vegleiðing og eftirmeting.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig próvtøka
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til 5. apríl í 2024.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 30. januar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Noomi Reinert í Dali
- Undirvísarar
- Noomi Reinert í Dali