6514 - Kreativ námsfrøði I
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Kreativ námsfrøði I
Skeiðsnummar
6514.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum námsfrøðingur
Fortreytir
Ongar
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á útbúgvingini B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Námsvísindadeildin kann í summum førum velja at bjóða út stakgreinalestur. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis Lestrarskrivstovuna á: umsokn@setur.fo
Byrjanardato
týsdagur, 21. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 21. mars 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær vitan og førleikar innan kreativt virksemi fyri ymiskar málbólkar á námsfrøðiliga økinum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi vera førur fyri at: • Lýsa og greina ástøði á hægri stigi innan estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet og skapandi virksemi, harímillum Storyline. • Duga at skilja ímillum og brúka ymiskt tilfar og amboð, so tey eru før fyri at seta í verk skapandi arbeiði, sum stuðlar uppundir námsfrøðiligu stevnumiðini fyri dagstovnaøkið. • greina og samskifta um, hvussu kreativt virksemi kann stimbra menningina hjá einstaklingum og bólkum. • Taka støðu til burðardygd í samband við kreativt, námsfrøðiligt arbeiði, harundir place-based learning.
Innihald
• Ástøði um meistaralæru, storyline, estetiskar lærutilgongdir, fantasi, kreativitet, narrativitet, og samspælið í sosialum umhvørvi • Storyline verkætlan • Tilfarslæra, amboðslæra og litlæra • Kreativir arbeiðshættir • Ítøkiligt kreativt virksemi • Place-based learning
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, praktiskar royndir, munnligar og skrivligar uppgávur, framløgur, sjálvlestur, vegleiðing og eftirmeting.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga próvtøkan er sett til viku 12 í 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 21. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali
Undirvísarar
Noomi Reinert í Dali
Aftur