6516 - Dagstovnanámsfrøði I
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Dagstovnanámsfrøði I
Skeiðsnummar
6516.22
Lestrarár
2023-2024
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum námsfrøðingur
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður á námsfrøðisútbúgvingina
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum og føroyskum. Bólkarbeiði, framløgur, uppgávur o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 3. lestrarári í B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini.
Byrjanardato
30. januar 2024
Endadato
21. mars 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag innan námsfrøði á dagstovnaøkinum á vøggustovu og barnagarði. Tey lesandi skulu eisini læra at knýta hesa vitan at dagliga arbeiðnum innan økið, við tí endamáli at skapa eitt trygt, mennandi, spælandi og læruríkt umhvørvi fyri einstaka barnið og barnabólkin
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi verða før/ur fyri at: • Lýsa og meta um hvat eyðkennir vøggustovu og barnagarðsstovu - økið sum virkisøkið við støði í dagliga arbeiðinum og lógargrundarlagnum innan økið. • Greiða frá og greina námsvísindalig hugtøk og ástøði, ið eru viðkomandi fyri virksemi á dagstovnum. • Greina og tulka, hvussu børn verða myndaði, mentaði og sosialiseraði á dagstovnum. • Skifta orð og meta um hvørja ávirkan hugburðurin og leiklututrn hjá námsfrøðinginum kann hava á menningina hjá barninum. • Meta um námsfrøðiligt virksemi við støði í didaktiskum hugtøkum og ástøðum.
Innihald
• Lógarkarmar • Barndómur, barnaáskoðan og mentan • Menning hjá vøggustovubørnum og barnagarðasbørnum • Virksemi í vøggustovum og barnagarðsstovum • Foreldrasamstarv • Relatiónir og empati • Myndan • Sosialisering • Didaktikkur • Trivnaður og inklusión • Spæl og læring • Lærings- og spæliumhvørvi
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði- og bólkauppgávur, framløgur, einsæris uppgávur, kjak, vitjan og eftirmeting.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga uppgávan verður latin inn 22. mars í 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
30. januar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sonja Olsen
Undirvísarar
Aftur