6517 - Dagstovnanámsfrøði II
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Dagstovnanámsfrøði II
- Skeiðsnummar
- 6517.22
- Lestrarár
- 2023-2024
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum námsfrøðingur
- Fortreytir
- Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður á námsfrøðisútbúgvingina.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á skandinaviskum og føroyskum. Bólkarbeiði, framløgur, uppgávur o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 3. lestrarári í B.Ed. sum námsfrøðingur velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini.
- Byrjanardato
- 9. apríl 2024
- Endadato
- 6. juni 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu ogna sær grundleggjandi fakligan kunnleika í og ástøðiligt grundalag fyri hvussu børn og ung trívast og eru virkin á dagstovnum, í skúla- og frítíðarskúla, eins og í ungdómsarbeiði, og hvønn leiklut hevur námsfrøðingurin á hetta. Tey lesandi skulu eisini nema sær kunnleika og royndir í at arbeiða við felagsskapinum hjá børnum og ungum.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið skal tann lesandi verða før/ur fyri at: • Greina og greiða frá hvussu børn og ung trívast, eru virkin og luttakandi á dagstovnum, skúlum, frítíðarskúlum og ungdómshúsum • Greina og tulka hvussu børn og ung virka í teirra felagsskapi við atliti til vinaløg og relatiónir. • Greiða frá og greina námsvísindalig hugtøk og ástøði, ið eru viðkomandi í mun til kyn, javnvirði og líkarætti. • Kritiskt lýsa og meta um leiklutin hjá námsfrøðinginum innan omanfyrinevndu øki. • Fyrireika, fremja og eftirmeta námsfrøðiligt virksemi á dagstovna- skúla- frítíðarskúla økinum eins og í ungdómsarbeiði.
- Innihald
- • Frítíðar - og frítíðararskúlanámsfrøði • Skúlanámsfrøði og ungdómsarbeiði • Samleikagerð - Kyn • Líkarættur og luttøka • Felagsskapir - vinaløg og relatiónir • Talgyld myndan • Rørsla, kreativitetur og frítíð • Burðardyggleiki í námsfrøðiligum arbeiði • Tilrættisleggjan, praksis og eftirmeting.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fyrilestrar, bólkaarbeiði- og bólkauppgávur, framløgur, einsæris uppgávur, kjak, vitjan, starvslæra og eftirmeting.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Verkætlan og munnlig framløga
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan er sett til 4. - 6. juni í 2023.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 9. apríl 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Sonja Olsen
- Undirvísarar