6606 - Náttúra og tøkni sum undirvísingarfak IV- Evna- og alisfrøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Náttúra og tøkni sum undirvísingarfak IV- Evna- og alisfrøði
- Skeiðsnummar
- 6606.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum fólkaskúlalærari velja linjugrein umvegis Moodle. Námsvísindadeildin kann í summum førum bjóða út stakreinalestur, ið er treytað av at tøk lestrarpláss eru á skeiðnum. Tilmelding til stakgreinalestur fer fram umvegis Lestrarskrivstovuna: umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 18. mars 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 2. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At tey lesandi skulu fáa fakligar og didaktiskar førleikar at undirvísa í alis- og evnafrøðiliga partinum í N&T, og at tey skulu læra at nýta náttúruvísindaligar hættir at eygleiða og skráseta náttúrufyribrigdi.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera før fyri - at lýsa og greina grundleggjandi evni innan evnafrøði og alisfrøði - at knýta evna- og alisfrøðilig viðurskifti saman við náttúru- og landafrøði - at leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta eina undirvísing har næmingarnir eru virknir, og sum tekur støði í teimum førleikamálum, ið verða lýst í námsætlanini fyri N&T í fólkaskúlanum
- Innihald
- Grundleggjandi evnafrøði - Grundevnaskipanin, atom, mýl og jonir - Sambindingar, støðuformar, reaktiónir - Vatn, sýrur og lútar - brenning, matur Grundleggjandi alisfrøði: - Støddir og mál - Massi, rúmd, densitetur - Magnetisma, el-læra, orka, orkukeldur - Vatn, luft og trýst - Bylgjur; ljós og ljóð Fakdidaktisk viðurskifti - Námsætlanin í N&T - Undirvísingartilfar og lærubókaskipanir - Undirvísingarhættir og venjingar
- Læru- og undirvísingarhættir
- Floksundirvísing, venjingar og framløgur. Stórur dentur verður lagdur á venjingar, sum eru grundaðar á tey náttúrufyribrigdi, sum verða viðgjørd í ástøðiliga partinum. Tey lesandi savnast til bólkaarbeiði og útgreining av fyrilestrum umframt til venjingar. Dentur verður lagdur á, at tey lesandi sjálvi úthugsa venjingar, sum kunnu brúkast at lýsa ástøðiliga tilfarið. Framløgudagar skulu tryggja, at tey lesandi venja seg við at leggja fram og nýta framkomna kunningartøkni til framløgur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Munnlig framløga
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Munnliga próvtøkan verður í viku 18 í 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 18. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Benadikt Joensen
- Undirvísarar
- Benadikt Joensen