6647 - Kristnikunnleiki og átrúnaður sum undirvísingarfak IV - Undirvísingargongdir
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Kristnikunnleiki og átrúnaður sum undirvísingarfak IV - Undirvísingargongdir
Skeiðsnummar
6647.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Tann lesandi skal hava verið virkin á undanfarnu skeiðum á linjuni.
Undirvísingarmál
Føroyskt
Tilmelding
Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum fólkaskúlalærari velja linjugrein umvegis Moodle. Námsvísindadeildin kann í summum førum bjóða út stakreinalestur, ið er treytað av at tøk lestrarpláss eru á skeiðnum. Tilmelding til stakgreinalestur fer fram umvegis Lestrarskrivstovuna: umsokn@setur.fo
Byrjanardato
týsdagur, 18. mars 2025
Endadato
fríggjadagur, 2. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið er, at lesandi skulu læra at seta saman egnar lærugongdir – bæði til einstakar tímar og longri undirvísingargongdir – innan ymisk øki í kristnikunnleika og átrúnaði. Endamálið er soleiðis at koma heilt praktiskt inn í at skipa egna undirvísing, bæði í størri høpi og í smálutum. Endamálið er eisini í hesum at koma djúpari inn tey fakligu viðurskiftini, sum undirvíst verður í. Religiónsdidaktisk temu verða tikin upp og sett í samband við framsetingarnar hjá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri - At leggja eina undirvísingargongd til rættis í kristnikunnleika og átrúnaði og seta hana í samband við námsætlanina. - At vísa, hvussu undirvísingargongdirnar verða lagaðar til ávíst torleikastig. - At greiða frá, hvussu religiónsdidaktisk amboð kunnu nýtast til at gera undirvísingargongdir og undirvísingartímar. - At greiða frá fakliga innihaldinum í undirvísingini og grundgeva fyri, hví tað er neyðugt at undirvísa í hesum evnum
Innihald
Skeiðið hevur farnu trý skeiðini sum grundarlag. Í gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi seta saman bæði undirvísingargongdir og ítøkiligar undirvísingartímar. Útgangsstøði verður tikið í evnum, sum eru tengd at lærugreinini og námsætlanini kristnikunnleiki og átrunaður í fólkaskúlanum. Tey lesandi skulu í sínum arbeiði taka støðu til fakliga innihaldið, viðkomandi religiónsvísund, religiónsdidaktikk og torleikastið. Tey lesandi skulu hava framløgur og hava undirvísing fyri hvørjum øðrum, og skulu saman við undirvísara geva hvørjum øðrum afturboðan.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvstøðugt arbeiði og bólkaarbeiði. Framløgur og afturboðan. Upplegg, vegleiðing og dømir frá undirvísara. Lesandi undirvísa hvørjum øðrum. Felags kjak um úrtøkur, avbjóðingar o.a.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Synopsa og munnlig verja.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan verður í viku 18 í 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 18. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Oddur á Lakjuni
Undirvísarar
Oddur á Lakjuni
Aftur