6673 - Heimkunnleiki og list sum undirvísingarfak IV - Myndlist
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Heimkunnleiki og list sum undirvísingarfak IV - Myndlist
Skeiðsnummar
6673.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum fólkaskúlalærari velja linjugrein umvegis Moodle. Um tøk lestrarpláss eru, ber til at melda seg til stakgreinalestur umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini.
Byrjanardato
23. januar 2024
Endadato
7. juni 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi skulu kunna grunda, menna, útinna og meta um námsvísindaligar tilgongdir í undirvísing í og miðlan av myndlist. Tey lesandi skulu nema sær vitan um: • høvuðstættir í føroyskari myndlist, søguligu menningina og týðandi stílsløg og hvønn leiklut myndlist hevur fyri føroyskan samleika. • myndlistanámsvísindaligar tilgongdir og ástøði • praktiskar royndir við ymiskum miðlum • leiklutin hjá myndlist í fólkaskúlanum sum undirvísingarfak, men eisini visuell mentan sum eitt viðkomandi amboð í øðrum fakum. • at skilja grundleggjandi myndlistalig hugtøk og brúka tey í einum myndlistaligum samanhangi. • skapandi arbeiðsgongdir og at menna førleikar at skipa undirvísingina í myndlist frá 1. til 10. flokk
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera før fyri at: • Menna undirvísing í myndlist og miðla myndlist á einum reflekterandi námsvísindaligum og didaktiskum grundarlagi til ymiskar málbólkar og vera tilvitað um leiklutin hjá myndlist í fólkaskúlanum. • Gera eina ætlan um, fyrireika, gjøgnumføra og meta um undirvísing í myndlist og visuellari mentan • Samstarva við viðkomandi partar um at loysa myndlistaligar uppgávur innan námsvísind. • Hava innlit í og greiða frá ástøði um didaktik, lærutilgongdir og listasøgu í einum almennum og námsvísindaligum høpi innan myndlist. • Grunda um søgulig og samtíðarlig myndlistanámsvísindalig evni og rák • Hava vitan um og royndir í at framleiða visuellar miðlanarformar
Innihald
Skeiðið er skipað við støði í ástøði um myndlist, estetikk, didaktik, lærutilgongdir og miðlan. Komið verður inn á: Myndlist sum listagrein Myndlistanámsvísindaligar tilgongdir At seta skapandi arbeiði í verk Myndlist í fólkaskúlanum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, stovns- og virkisvitjanir, gestaundirvísarar, upplegg frá lesandi, venjingar av ymiskum slagi.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum: Tey lesandi skulu skriva eina uppgávu, sum verður løgd fram munnliga.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til viku 18 í 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
23. januar 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Solveig Hanusardóttir Olsen
Undirvísarar
Solveig Hanusardóttir Olsen
Aftur