6674 - Matkunnleiki: Matur, samfelag og umhvørvi
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Matkunnleiki: Matur, samfelag og umhvørvi
Skeiðsnummar
6674.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður á læraraútbúgvingini á NÁD.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
Byrjanardato
30. august 2024
Endadato
20. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í samfelags- og umhvørvisevni, ið eru viðkomandi fyri matkunnleika sum fakøki og sum undirvísingarøki í fólkaskúlanum.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi skilja og vera førur fyri at greiða frá, greina og lýsa niðanfyrinevndu evni: • Føroysk matsøga: Hvussu samfelagsmenning og -viðurskifti hava ávirkað matmentan og -søgu okkara • Føroysk og altjóða matmentan: Felags eyðkenni og munir millum staðbundna matmentan (siðbundin og í nútíðini) og matmentanir í ymsum londum kring heimin. • Matur sum katalysator: Hvussu matur kann verða ein katalysator fyri broyting, t.d. at matur hevur sosiala savningarmegi og kann verða eitt amboð at fremja trivnað og menning hjá menniskja og samfelag. • Náttúrufatan og umhvørvislig burðardygd: Burðardygg matframleiðsla og -mentan fevnir um tilvitan um tilfeingið og avmarkaða og skynsama (gagn)nýtslu. Arbeitt verður við staðbundnum rávørum eftir árstíð og burðardyggari matframleiðslu. • Sosial og fíggjarlig burðardygd: Umframt at náttúran skal hava tað gott (umhvørvislig burðardygd) skal menniskjan, ið arbeiðir við mati, eisini hava tað gott. Atgongd til heilsugóðan mat, rættvís søla, góð og trygg arbeiðskor o.a. eru viðkomandi evni.
Innihald
Á skeiðum vera hesi evni viðgjørd við støði í útvaldum ástøði og háttaløgum: • Føroysk matsøga • Føroysk og altjóða matmentan • Matur sum katalysator • Náttúrufatan og umhvørvislig burðardygd • Sosial og fíggjarlig burðardygd
Læru- og undirvísingarhættir
• Upplegg frá undirvísarum og gestaundirvísarum • Sjálvstøðugt bólkaarbeiði • Praktiskar uppgávur í skúlakøkinum • Vitjanir hjá viðkomandi matfólki, t.e. heimildarfólk, matframleiðarar, stovnar, feløg o.o
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva við kanningararbeiði. Tann lesandi ger kanningararbeiði og skrivar uppgávu við sjálvvaldum spurdómi, ið tekur støði í læruúrtøkunum í undirvísingini. Kanningararbeiðið kann fevna um samrøðu, luttakandi eygleiðing ella annað virksemi millum viðkomandi heimildarfólk. Vitanin, ið er savnað í kanningararbeiðinum, verður nýtt í skrivligari uppgávu, har tann lesandi viðger evni frá pensum, sum vísir, at tann lesandi skilur og er førur fyri at próvføra hvønn samfelagstýdning evnið hevur og hví evnið er viðkomandi í undirvísing í fólkaskúlanum. Lesandi fara til próvtøku í bólki á 2-3 lesandi. Skrivliga uppgávan er 24.000 tekin (+./- 10%), t.e. 10 síður. Endurpróvtøka verður skipað á sama hátt sum upprunaliga próvtøkan.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er í viku 3, 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
30. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Petur Lamhauge
Undirvísarar
Petur Lamhauge
Aftur