6675 - Matkunnleiki: matur og matgerð
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Matkunnleiki: matur og matgerð
- Skeiðsnummar
- 6675.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Tann lesandi skal vera innskrivaður á læraraútbúgvingini á NÁD
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
- Byrjanardato
- 27. august 2024
- Endadato
- 19. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær grundleggjandi innlit í matkunnleika sum fakøki og sum undirvísingarøki í fólkaskúlanum.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið skal tann lesandi skilja og vera førur fyri at greiða frá, greina og lýsa niðanfyrinevndu evni: • Staðbundnar rávørur eftir árstíð: Handfaring og matgerð við staðbundnum rávørum eftir árstíð. Og greiða frá, hvussu hesar kunnu gerast ein samfastur partur av undirvísingini í fólkaskúlanum. • Føðsluevni og heilsugóður matur: Lesandi skulu fáa vitan um og atgongd til heilsugóðan mat, ið er góður fyri kropp og sinn. • Matur og sansir: Sansastimbrandi matgerð, har vit nýta sansirnir at kanna og uppliva matin. • Matvørureinføri: Rættar og tryggar mannagongdir í skúlakøki. • Køksamboð í skúlakøkinum: Førleikar í at handfara køksamboðini á rættan og skynsaman hátt. • Fakdidaktiskar førleikar at skipa undirvísingina í heimkunnleika í mið- og hádeild fólkaskúlans: vísa við hugkveikjandi dømum, hvussu undirvísingin í heimkunnleika kann skipast í mið- og hádeild fólkaskúlans.
- Innihald
- Á skeiðum vera hesi evni viðgjørd við støði í útvaldum ástøðum og háttaløgum: • Staðbundnar rávørur eftir árstíð • Føðsluevni og heilsugóður matur • Matur og sansir • Matvørureinføri • Køksamboð og mannagongdir í skúlakøkinum • Fakdidaktisk atlit at skipa undirvísingina í heimkunnleika í mið- og hádeild fólkaskúlans.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Upplegg frá undirvísara og gestaundirvísara, sjálvstøðugt bólkaarbeiði, útiskúlavirksemi og verkligt arbeiði í skúlakøkinum og vitjanir.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Bólkapróvtøkur við 2-3 lesandi í hvørjum bólki. Uppgávuorðing, ið fevnir um evni úr skeiði 1, verður latin lesandi, ið síðani fáa fimm arbeiðsdagar at viðgera evnini og gera uppskot til, hvussu undirvísing í mið- ella hádeild fólkaskúlans kann skipast út frá hesum evni. Endurpróvtøka verður skipað á sama hátt sum upprunaliga próvtøkan.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er í viku 3, 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Petur Lamhauge
- Undirvísarar
- Petur Lamhauge