6677 - Matkunnleiki IV - úr einum estetiskum sjónarhorni
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Matkunnleiki IV - úr einum estetiskum sjónarhorni
- Skeiðsnummar
- 6677.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Tann lesandi skal hava verið virkin á undanfarnu skeiðum á linjuni.
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum fólkaskúlalærari velja linjugrein umvegis Moodle. Námsvísindadeildin kann í summum førum bjóða út stakreinalestur, ið er treytað av at tøk lestrarpláss eru á skeiðnum. Tilmelding til stakgreinalestur fer fram umvegis Lestrarskrivstovuna: umsokn@setur.fo
- Byrjanardato
- týsdagur, 18. mars 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 2. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðnum er at tann lesandi ognar sær grundleggjandi fakliga og didaktiska vitan og førleikar at skipa estetiska undirvísing við støði í námsætlanini í heimkunnleika.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá, hvat fleirmentanarlig matgerð er og meta um á hvønn hátt fleirmentanarlig matgerð er ein partur av føroyska samfelagnum í dag • greiða frá grunnleggjandi vitan um kreativitet, estetikk og innovatión sum hugtøk í matkunnleika • grundgeva og vísa í verki eina estetiska undirvísingargongd á einum ávísum floksstigi • Skipa fyri undirvísing í skúlakøkinum við støði í námsætlanini, har samlæringarhættir verða nýttir • vísa við dømum, hvussu eginframleiðsla av grønmeti kann gerast ein samfastur partur av matkunnleika og meta um, hvussu matleivdir kunnu endurnýtast
- Innihald
- Á skeiðnum verða hesi evni viðgjørd. • Kreativitetur sum hugtak við estetisktar matgerð og innovatión sum snúningsás. • Fleirmentanarlig matgerð • Námsætlanin í heimkunnleika • Samlæringarhættir í skúlakøki • Gera royndir við, hvussu estetikkur spælir inn í okkara sansaskipan og val av mati • Kropslig læring (Embodied learning) • Serendipitetur, sum hugtak í lærarayrkinum • Dyrka grønmeti til skúlabrúks og endurnýta leivdir frá køkinum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Upplegg, verkligt arbeiði í køkinum, Visible thinking sum didaktiskt háttalag. Verkætlan. Loggbók.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivliga synopsu og verklig framløga
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan verður í viku 18 í 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- týsdagur, 18. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Petur Lamhauge
- Undirvísarar
- Petur Lamhauge