6742 - Enskt sum undirvísingarfak III – starvslæra
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Enskt sum undirvísingarfak III – starvslæra
Skeiðsnummar
6742.22
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Undirvísingarmál
Føroyskt og enskt
Tilmelding
Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarári í B.Ed. sum fólkaskúlalærari velja linjugrein umvegis Moodle. Námsvísindadeildin kann í summum førum bjóða út stakreinalestur, ið er treytað av at tøk lestrarpláss eru á skeiðnum. Tilmelding til stakgreinalestur fer fram umvegis Lestrarskrivstovuna: Lss@setur.fo
Byrjanardato
týsdagur, 21. januar 2025
Endadato
týsdagur, 21. januar 2025
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við starvslæruni er at geva tí lesandi møguleika at venja seg við læraraleiklutin og at loysa nógvar av teimum uppgávum, ið eru samfastur partur av lærarastarvinum, og sum serliga eru knýttar at enskum sum undirvísingarfaki.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • greiða frá, hvat næmingarnir skulu læra í enskum • leggja eina undirvísingarætlan til rættis, ið fevnir um millum 4 og 10 undirvísingartímar. Henda undirvísingarætlan kann taka støði í enskum sum undirvísingarfaki, men hon kann eisini vísa, hvussu enkst kann gerast partur av tvørgreinaligum arbeiði í fólkaskúlanum • meta um, hvat undirvísingartilfar er vælegnað í enskum. Her eru bæði tilfar úr pappíri og elektroniskt tilfar íroknað • taka støðu til, hvørjir undirvísingarhættir hóska væl í enskum • meta um, hvussu ein kann næmingalaga undirvísingina í enskum • hugleiða um og vísa við dømum, hvørjar avbjóðingar ein lærari, ið undirvísir í enskum, kann renna seg í • meta um og skifta orð um sín egna relasjónsførleika, floksleiðsluførleika og fakdidaktiska førleika • eftirmeta starvslæruna
Innihald
Skeiðið er í 5 pørtum. Tveir teir fyrstu partarnir snúgva seg um almen didaktiskar førleikar: - Floksleiðsluførleiki - Relasjónsførleiki Tríggir teir næstu partarnir snúgva seg um fakdidaktiskar førleikar, og eru rættaðir ímóti enskum sum undirvísingarfaki í fólkaskúlanum: - Førleikin at síggja sambandið millum námsætlan og ársætlan - Førleikin at meta um undirvísingartilfar og at velja hóskandi undirvísingartilfar - Førleikin at skipa eina næmingalagaða undirvísing, ið tekur støði í einum ávísum undirvísingarevni, og sum leggur upp fyri teimum lærumálum, ið eru niðurfeld í galdandi námsætlan
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er fjølbroytt: • Upplegg frá undirvísarum og gestaundirvísarum • Bólkaarbeiði • Vegleiðing frá akkersfólki og starvslæruvegleiðara • Starvslæra • Uppgávuskriving
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Starvslæran er samfastur og kravdur partur av læraraútbúgvingini. Læraralesandi skulu møta upp til ásetta tímatalið og ásettu ráðleggingartímarnar, tá ið starvslæran er á skránni. Próvtøkan er tvíbýtt: - Tá ið starvslæran er lokin, skal tann lesandi skriva eina stutta uppgávu (millum 6 og 9 blaðsíður + fylgiskjøl). - Uppgávan skal verjast munnliga Próvtøkuuppgávan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til viku 11 í 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 21. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Kalpana Vijayavarathan-R
Undirvísarar
Hanna Højbjerg Poulsen
Aftur