6744 - Enskt sum undirvísingarfak 1 – at ogna sær eitt annaðmál (SLA - Second Language Acquisition) og at undirvísa í enskum sum fremmandamáli (EFL – Teaching English as a Foreign Language).
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Enskt sum undirvísingarfak 1 – at ogna sær eitt annaðmál (SLA - Second Language Acquisition) og at undirvísa í enskum sum fremmandamáli (EFL – Teaching English as a Foreign Language).
- Skeiðsnummar
- 6744.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 10,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Námsvísindadeildin
- Útbúgvingar
- B.Ed. sum fólkaskúlalærari
- Fortreytir
- Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD.
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
- Byrjanardato
- 27. august 2024
- Endadato
- 20. desember 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- At geva teimum lesandi eina greiða fatan av, hvussu menniskju læra eitt fremmandamál, og at gera tey lesandi varug við munin á at ogna sær móðurmálið og at ogna sær eitt fremmandamál, og í hvønn mun hetta er viðkomandi fyri at læra seg enskt sum fremmandamál í einum føroyskum høpi. At tey lesandi fáa innlit í, hvussu fatanin av at undirvísa í enskum sum fremmandamáli hevur ment seg gjøgnum tíðirnar, og at tey lesandi fáa haldgóðan kunnleika til háttaløg í hesi undirvísing.
- Læruúrtøka
- Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • eyðmerkja meginreglurnar í fremmandamálstilognan og at greiða frá, hvussu hesar meginreglur eiga at ávirka undirvísingina í fremmandamáli • greina tær avbjóðingar, ið eru til staðar, tá ið ein næmingur skal læra enskt sum fremmandamál í føroyska fólkaskúlanum • brúka kriteriu fyri, hvussu fólk læra enskt sum fremmandamál til at meta um undirvísingarhættir og til at smíða undirvísingaraktivitetir og undirvísingarætlanir • greina og greiða frá, hvussu forfatanin og hugsanarhátturin hjá læraranum (Teacher cognition) og fakliga og didaktiska sjálvsálitið hjá læraranum (Teacher self efficacy) kann gagna og/ella hindra hansara undirvísing í enskum sum fremmandamál (EFL).
- Innihald
- Skeiðið er í 5 høvuðspørtum: • At ogna sær annaðmál og fremmandamál – allýsing og høvuðsmunur • At ogna sær móðurmálið og at ogna sær eitt annaðmál – samanburður og høvuðsmunur • Kritisk tíðarskeið í mun til at ogna sær móðurmálið og aldur í mun til at ogna sær annaðmál og fremmandamál. • Háttaløg í og ástøði um at undirvísa í enskum sum fremmandamál
- Læru- og undirvísingarhættir
- Fjølbroyttir undirvísingarhættir • Fyrilestraundirvísing • Lesandi undirvísa hvørjum øðrum (javnlíkaundirvísing) • Fjarundirvísing: Kjak og uppgávur • Tvey og tvey menna tey lesandi ein amboðskassa til javnlíkaundirvísing
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Virkin luttøka Formativ eftirmeting: Gjøgnum skeiðið skulu tey lesandi • taka lut í online fundum, har tey venda spurningum, ið krevja, at tey brúka ástøði um máltilognan, tá tey viðgera undirvísing í enskum sum eitt fremmandamál í føroyskum skúlum • undirvísa í einum evni, sum tey hava valt úr galdandi námsætlan fyri enskt • gera postarar og velja/gera videobrot, ið vísa, at tey skilja og duga at brúka hugtøk, ið arbeitt verður við á skeiðnum
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Próvtøkan er í viku 3, 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Hanna Højbjerg Poulsen
- Undirvísarar
- Hanna Højbjerg Poulsen