6745 - Enskt sum undirvísingarfak II – Undirvísing í teimum fýra málførleikunum og mállæru í enskum sum fremmandamál og undirvísingarætlanum.
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Enskt sum undirvísingarfak II – Undirvísing í teimum fýra málførleikunum og mállæru í enskum sum fremmandamál og undirvísingarætlanum.
Skeiðsnummar
6745.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
10,00
Stig
Bachelor
Deildir
Námsvísindadeildin
Útbúgvingar
B.Ed. sum fólkaskúlalærari
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD og hava staðið enskt sum undirvísingarfak 1.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 2., 3. og 4. lestrarhálvu í B.Ed. sum fólkaskúlalærari.
Byrjanardato
27. august 2024
Endadato
20. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi skulu læra at sniðgeva lærugongdir, sum læra næmingar málførleikar á ein virknan hátt, og har mállæra verður lærd í sínum náttúrliga samanhangi.  Eitt annað endamál er, at tey lesandi skulu læra at nærlesa og kritiskt meta um undirvísingarætlanir og tilfar, ið verður nýtt í enskum í føroyska fólkaskúlanum.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at • lýsa og kjakast um ymiskar lærutilgongdir, ið kunnu nýtast, tá ein undirvísir í enskum sum fremmandamál • brúka kriteriu fyri, hvussu fólk læra enskt sum fremmandamál til at meta um 1) undirvísingarbøkur í enskum, 2) hvussu viðkomandi hesar bøkur eru í mun til námsætlanina, og 3) hvussu effektivar tær eru sum undirvísingartilfar í at læra enskt • smíða undirvísingarætlanir og at seta tilfar saman, ið er rættað ímóti ymsum floksstigum og sum sampakkar við námsætlanina fyri enskt.
Innihald
Skeiðið er í fýra høvuðspørtum: Undirvísing og eftirmeting av teimum fýra førleikaøkjunum, ið mynda enskt sum fremmandamál í fólkaskúlanum. T.e. • at lurta • at tosa • at lesa • at skriva Ensk mállæruundirvísing í sínum náttúrliga samanhangi.  Námsætlanin, at smíða undirvísingarætlanir. At smíða undirvísingarætlanir og -gongdir í miðdeild og hádeild fólkaskúlans.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjølbroyttir undirvísingarhættir • Fyrilestraundirvísing. • Lesandi undirvísa hvørjum øðrum (javnlíkaundirvísing). • Smærri og størri uppgávur – einstaklingaarbeiði og bólkaarbeiði.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva um útvald evni. Sniðgeving av talgildum undirvísingartíma/talgildari undirvísingargongd um evni í galdandi námsætlan.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er í viku 3, 2025.
Freist fyri frámelding til próvtøku
27. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Hanna Højbjerg Poulsen
Undirvísarar
Hanna Højbjerg Poulsen
Aftur