6746 - Grundskeið í sernámsfrøði - eftirútbúgving
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Grundskeið í sernámsfrøði - eftirútbúgving
Skeiðsnummar
6746.23
Lestrarár
2023-2024
ECTS
15,00
Stig
Bachelor
Deildir
Útbúgvingar
Fortreytir
Starvsfólk í fólkaskúla ella miðnámsskúla og hava minst 2 ára starvsroyndir
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er á donskum, skandinaviskum og enskum.
Tilmelding
Stakgreinalesandi melda seg til skeiðið umvegis skrivstovuna á Námsvísindadeildini við at senda ein teldupost til NAD@setur.fo.
Byrjanardato
7. september 2023
Endadato
18. apríl 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at gera tann lesandi føran fyri at meta um (1) sernámsfrøði sum hugtak, t.e. sum námsfrøðiliga sergrein og sum partur av almennu námsfrøðini (2) sernámsfrøði í verki, við sjóneykuni á ymiskar avbjóðingar, ið krevja sernámsfrøðiligt atlit (3) arbeiðshættir við denti á hættir at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at greiða frá, skyna ímillum, meta um/taka støðu til, kjakast og hugleiða um: • hvat eyðkennir sernámsfrøði sum hugtak, bæði sum námsfrøðilig sergrein og sum partur av almennu skúlaskipanini. • sernámfrøði í verki við støði avbjóðingum í læriumstøðum, atferðarumstøðum og sosialum umstøðum, ið krevja sernámsfrøðiligt atlit. • arbeiðshættum í sambandi við sernámsfrøðiligar avbjóðingar, t.d. serundirvísing, næmingalagað undirvísing, inkluderandi sernámsfrøði og tvørgreinaligt og tvørgeiraligt samstarv.
Innihald
Skeiðið er býtt í 3 høvuðsøki, sum tó eru samanhangandi. Økini eru hesi: o Sernámsfrøði sum hugtak: námsfrøðilig sergrein og sum partur av almennu skúlaskipanini o Sernámsfrøðiliga rákið o Sernámsfrøðiliga økið í Føroyum o Sernámsfrøði í verki: avbjóðingar, ið krevja sernámsfrøðilig atlit viðvíkjandi næmingum í: o Avbjóðandi læriumstøðum o Avbjóðandi atferð o Serligum sosialum umstøðum o Arbeiðshættir: hættir at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum o Serundirvísing o Næmingalagað undirvísing o Inkluderandi sernámsfrøði o Tvørgreinaligt og tvørgeiraligt samstarv
Læru- og undirvísingarhættir
Vit nýta fyrilestraundirvísing, samstarvslæru, bólkaarbeiði, greining av casum, kjakbólkar, upplegg frá skeiðsluttakarum, stutt skrivlig avrik, sjálvlestur, osfr..
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er tvíbýtt (1) Tey lesandi skulu arbeiða við sernámfrøðiligum avbjóðingum í skúlanum, meðan skeiðið gongur og dokumentera, hvussu tey hava skipað arbeiðið og samstarvið frá byrjan til enda. Hetta arbeiðið skal verða góðtikið av undirvísarunum, áðrenn endaliga uppgávan verður skrivað. (2) Tey lesandi skulu skriva eina stutta akademiska uppgávu (7-10 blaðsíður), sum tekur støði í einum ella fleiri avbjóðingum, ið eru tengdar at sernámsfrøði í skúlanum. Teksturin skal leggjast fram munnliga.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkan er sett til 30. mai 2024.
Freist fyri frámelding til próvtøku
7. september 2023
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Frida Birita Poulsen
Undirvísarar
Frida Birita Poulsen
Aftur